info
Ongi úrslit

Posta sigur fólk úr starvi og tillagar virksemið

Posta fer at umskipa virksemið og fer at laga seg til umstøðurnar. 12 fólk verða søgd úr starvi

Eirikur Lindenskov
30. januar 2025 kl. 11:01

Posta tekur nú stig til at skipa virksemið meira skynsamt í samsvari við eftirspurningin og tørvin hjá viðskiftafólki, tí virksemið broytist við metferð.

Í tíðindaskrivi í morgun boðar felagið frá, at kjarnuuppgávan hjá Posta er útbering av posti og vøru til føroyingar kring landið. Gongdin er tó, at postboðið hevur færri brøv og lýsingabløð við í hvørjari útbering, meðan eftirspurningurin er størri viðvíkjandi pakkum.

– Føroyingar ganga sum heild høgt upp í at keypa eftir tilboðum. Men bæði handlar og húskini velja í størri mun prentaðu lýsingabløðini frá og brúka talgildar pallar so sum Posta-appina, sosialar miðlar ella tilboð á telduposti, sigur Edvard Remberg, fyribilsstjóri.

Frá í vár gevst Posta tískil at bera út til húski, sum móttaka lýsingabløð og annað adressuleyst í postkassan hvørja viku:

– Hetta er ein neyðug tillaging fyri at betra um raksturin, og tað ger, at vit kunnu fokusera virksemið og skipa okkum enn meira eftir pakkaútbering, sum vit longu gera gott í dag. Tað er har, eftirspurningurin er, sigur fyribilsstjórin á Posta.

Posta hevur í dag eina góða tænastu á pakkamarknaðinum. Við færri vørum á hillini verður virksemið enn meira miðvíst við denti á útbering av pakkum til dyrnar ella í pakkaboks.

Avgerðin hevur tíverri avleiðingar fyri starvsfólk, sum arbeiða í útberingini og við adressuleysum.

– Tað er ein tung avgerð at siga góð starvsfólk úr starvi, sum hava lagt stóra orku í at gera eitt gott arbeiði fyri okkara viðskiftafólk hvønn einasta dag, sigur Edvard Remberg.

Posta gevst í vár at bera út adressuleyst, men heldur fram við talgildu lýsingablaðstænastuni. Í Posta-appini og á bera.fo kunnu viðskiftafólk lesa lýsingabløð talgilt, og tann tænastan er sera nógv vitjað frammanundan.

Edvard Remberg, fyribilsstjóri sigur, at tilsamans verða 20 størv niðurløgd um alt landið. Í hesum sambandi eru 12 starvsfólk beinleiðs søgd úr starvi, og hini størvini eru spard burtur við náttúrligari fráferð ella flyting í annað starv.

 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

9 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

1 minuttur síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

11 minuttir síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

14 minuttir síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

29 minuttir síðan
Tíðindi

Stórhvalagildi á Kambsdali

49 minuttir síðan
Fótbóltur

Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum

1 tími síðan
Tíðindi

Ph.d.-verja: Rógvi Olavson

1 tími síðan
Hondbóltur

Óli og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Champions League

1 tími síðan
Hondbóltur

Hondbóltskvinnurnar megnaðu javnleik móti Eysturríki

1 tími síðan
Tíðindi

Samstarvsmodell kann minka um oljunýtsluna hjá stórum orkunýtarum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú tørvast skaldaljóð

3 tímar síðan
Tíðindi

Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni

4 tímar síðan