Seinastu trý árini hevur Postverk Føroya verið gjøgnum eina strævna, men sambært teimum sjálvum neyðuga tilgongd. Almenni stovnurin er vorðin partafelag, og skal laga seg til broyttu marknaðartreytirnar.
- Við minkandi brævasamskiftinum eru inntøkurnar minkaðar nógv, og neyðugt var at gera munagóðar broytingar. Enn eru vit ikki komin á mál, men samleikaskiftið er ein varði í hesari tilgongd, sigur Sofus Clementsen, stjóri.
Posta er ein nútímans fyritøka, ið tillagar seg til alsamt skiftandi tørvin í samfelagnum, og gamli »Postverk Føroya«-hamurin rúmaði ikki hesum.
- Tí fóru vit fyri einum góðum ári síðan undir navnabroytingar tilgongdina. Greitt var beinanvegin, at navnið skuldi vera serstakt og innihalda orðið »Post«, sigur Sofus Clementsen.
Sera nógv nøvn vóru frammi: men eitt navn skaraði framúr, nevniliga Posta.
Navnið kann verða nýtt í navnhátti: »at Posta eitt bræv«, í boðshátti: »Posta brævið«,
eins og tað kann verða nýtt sum sernavn. Soleiðis er navnið eisini ein partur av samskiftinum í yvirskriftum og í málinum.
- Nú er eisini lætt at skapa produktnøvn, t.d. Posta Heima, Posta Sjálv, Posta Pengar og Posta Rætt, sigur Sofus Clementsen.
Endurskoða virksemið
Broytingartilgongdin er tó munandi meira umfatandi enn bert eitt nýtt navn og ein nýggjur grafiskur samleiki.
- Vit hava endurskoðað bygnaðin, mannagongdir og annað virksemi í fyritøkuni. Síðan hava vit tillaga hesi til dagsins tørv, sigur Clementsen.
Partur av hesum arbeiðinum var at hyggja nærri at virðunum hjá fyritøkuni, endurtulka tey og arbeiða meira við teimum.
Í hesi tilgongd var úrslitið, at vit raðfestu virðini »virðing, víðskygni og vilji«, sigur Sofus Clementsen.
Fyri Posta merkir virðing millum annað, at fyritøkan hevur virðing fyri øllum kundum, samstarvsfelagum og starvsfelagum, eins og hon hevur virðing fyri egnari fyritøku og teimum uppgávum, hon skal greiða.
- Vit vísa okkara virðing við at vera álítandi og reiðilig í allari atferð. Men eisini við at virða tørvin hjá okkara kundum, sigur Sofus Clementsen.
Víðskygni merkir fyri Posta, at hon er ein nýskapandi fyritøka, sum er opin fyri nýggjum møguleikum, ið kunnu gagna kundum og tænastu teirra. Víðskygni merkir at síggja út um karmarnar, at royna ny?ggjar leiðir, at vera opin fyri broytingum, at skapa nýggj handilssambond og at betra um tey verandi.
Vilji merkir, at Posta vil vera best, og at fyritøkan ikki fellur í fátt, tá ið hon møtir forðingum. Posta vil røkka sínum málum og vil liva upp til sítt høvuðsendamál, at veita føroyska samfelagnum nøktandi flutning av brøvum, pakkum, pengum og øðrum viðkomandi tænastum.
- Okkara lyfti til kundan er: ómakaleys handan úr hond í hond, sigur Sofus Clementsen.
Privat um trý ár
Hendan tilgongdin, sum hevur staðið við í trý ár, skal laga Posta til nýggjan og broyttan marknað.
Fyritøkan hevur havt hall í 2007 og 2008, og hetta skal vendast til avlop. Avbjóðingin liggur í at gera hetta, samstundis sum marknaðurin minkar.
- Vit skulu tillaga tænastuna, vit skulu hugsa tað óhugsandi, sigur Sofus Clementsen.
Ein av nýggju tænastunum er sonevnda Posta Heima, sum í grundini merkir, at postboðið kemur til tín at posta títt bræv í staðin fyri, at tú fer á posthúsið við tí.
- Hetta verður ein tænasta, sum kemur væl við hjá illa gongdum og gomlum, sigur Sofus Clementsen.
Ein onnur nýggj tænasta er eitt samstarv við Samkeyp-handlarnar og Merko-handlarnar.
- Tað verður soleiðis, at okkara handlar fara at hava stativ, har ymsar tænastur verða at fáa. Eitt nú fer at bera til at keypa brævbjálvar og frímerki og at posta brøv í handlunum, sigur Ejler Johannesen, samskipari hjá Samkeyp og Merko.
- Tað verður neyðugt at beina ymsar lógarfestar forðingar av vegnum, men vit ynskja ongar sersømdir. Heldur ynskjar vit kapping á jøvnum føti, sigur Sofus Clementsen.
Hann sigur, at miðað verður ímóti, at Posta verður rikin á fullum privatum grundarlagi innan trý ár eru farin.
Fyrsta stigið er tikið við navnabroytingini í dag.