Aðrar forsíðusøgur í Sosialinum fyri neyvt 25 árum síðani vóru, at Torshavnar Uttanbíggjar kommuna fer at seta á stovn dagrøkt, og at ísfiskatrolararnir fara eystureftir.
Blaðið greiðir frá, at postgjøldini skuldu hækka 1. november í 1977. Men av tí, at eingi frímerki við teimum virðum, ið skuldu verða galdandi, vóru tøk, vórðu ikki allar hækkingar settar í gildi. At senda eitt vanligt bræv hevði higartil kostað 1,25 krónur, hetta skal broytast til 1,40 kr.
Sosialurin sigur eisini, at tað kostar tað sama at senda brøv, prentlutir, smápakkar og postkort innanoyggja og til hini Norðurlondini. Tað er ein avtala millum londini, at gjaldið fyri nevnda post skal vera tað sama innanlands sum til onnur Norðurlond.
Esbern Midjord, postverkstjóri, upplýsir fyri Sosialinum, at í teimum níggju mánaðunum, sum farnir eru av fíggjarárini (sum tá var frá 1. apríl ? 31. mars) hava inntøkur Postverksins av postgjøldum verið 7,7 milliónir krónur, t. v. s. at føroyingar senda post fyri umleið 28.000 krónum um dagin.
Dagrøkt uttanbíggja
Hendan 18. januar í 1978 skrivar Sosialurin eisini um, at Tórshavnar Uttanbíggjar kommuna (tað eru kommunurnar uttan fyri Havnina: Argir, Hoyvík, Syðradalur og Norðadalur) nú eisini fær eina dagrøktarskipan fyri børn í aldrinum 0-7 ár.
1. januar í 1978 var ein dagrøktarleiðari settur, tað var Thomasia Matras.
Sam Hansen, sum var skrivari hjá Uttanbíggjarkommununi, sigur við Sosialin, at roknað verður við, at tað verða eini 30 dagrøktarpláss á Argjum og í Hoyvík.
Eitt dagrøktarpláss kostaði tá 1.100 krónur. Av hesum rindar staturin 40%, kommunan 30% og foreldrini 30%.