Postur í tonsatali ávegis

Eingin postur er komin til Føroyar síðan 21. mai, og hann hevur hópað seg upp í Danmark. Nú kemur alt í einum. 13 bingjur av skipsposti og 16 tons av flogposti

Postmenninir hava nakrar strævnar dagar fyri framman. Allur posturin, sum hevur hópað seg upp í Danmark, skal í komandi viku berast út, og tað er ein stór rúgva, sum er ávegis.
Postverkið hevur kunnað flutt post sum vant síðan týsdagin, tá fakfeløgini tóku blokaduna móti posti av. Nú ræður um at fáa allan postin til landið sum skjótast.
? Nú seta vit fulla kraft á at fáa allan postin til Føroyar og borið hann út sum skjótast, sigur Bergur í Garði, stjóri á Postverki Føroya.
Postverkið hevur ikki beinleiðis verið rakt av verkfallinum, men fakfeløgini hava blokerað flutningin av posti á flogvøllinum í Vágunum, og tí er eingin postur komin til landið síðan 21. mai. Orsøkin til blokaduna var, at fakfeløgini vildu vera við, at farmur varð fluttur við postverkinum.
? Vit kundu ikki veita Post Danmkark trygd fyri, at vit kundu taka ímóti og bera post víðari, so leingi blokada var á flogvøllinum, og tí gjørdi Post Danmark av at steðga flutninginum til Føroyar, sigur Bergur í Garði.

Sera óheppið
Nú er posturin á veg, og nakað er longu komið til landið. Starvsfólkið á posthúsinum fer at arbeiða um halguna, so at allur posturin kann fáast til posthúsið í Havn.
Fyrsti útberingardagur er týsdagin, og tá kunnu føroyingar vænta sær gomul brøv úr útheiminum.
? Hetta hevur verið ein ómetaliga óheppin støða fyri okkum, sigur Bergur í Garði og leggur afturat, at onkur kann vera komin illa fyri av hesum, tí týdningarmikil brøv og pakkar eru óivað í postinum, sum hevur ligið í Danmark í so nógvar vikur.
Postverkið fer nú at kanna, hvussu posturin skjótast kann fáast til landið. Tað er avmarkað, hvussu nógv kann sendast við flogfari, og tí verður ein stórur partur sendur við skipið, men Bergur í Garði leggur doyðin á, at posturin skal til landið sum skjótast.