Postverkið fær kapping

Seinastu nógvu árini hevur Postverkið sitið tungt á tí marknaðinum, sum snýr seg um at bera post út, men tann tíðin er farin. Nú fær postverið kapping frá privatari fyritøku, sum í fyrstani hevur valt at brúka kreftirnar upp á at bera adressuleys lýsingarbløð út

Stutt fyri ársskiftið komu boðini frá Postverkinum um at útberingin av posti leygardag steðgar 1. apríl í ár. Samstundis komu boðini um, at kostnaðurin fyri ymsar tænastur frá postverkinum fóru at hækkað munandi.

Eitt nú hækkar kostnaðurin fyri adressuleysar sendingar rættuliga nógv og tað eru fyritøkurnar ikki serliga glaðar fyri. Hvørt húsarhald í landinum hevur við millumbilum fingið lýsingarbløð frá t.d. Keypsamtøkuni, SMS, Bónus og nógvum øðrum fyritøkum, og spurningurin er, um tað í framtíðini yvirhøvur kann loysa seg, at senda lýsingarbløðini við postverkinum.

Eisini dagbløðini merkja sviðjan av broytingunum, tí kostnaðurin fyri blaðútberingina hækkar eisini sera nógv.


Alternativar loysnir

Tað eru serliga fyritøkurnar kring landið, sum verða raktar av hesum príshækkingum og tí hava nógvar teirra hugt seg um eftir alternativum loysnum av útberingartrupulleikanum. Og nú sær tað út til, at fyritøkurnar hava funnið tað tey leita eftir.

Tí fyri stuttari tíð síðan fór ein nýggj fyritøka undir at bera lýsingarbløð út kring alt landið.

Tað eru tveir ungir menn í Havn, sum hava tikið hetta stigið og teir síggja góðar møguleikar fyri at fáa tað at bera til fíggjarliga.

Høgni Stakksund, sum saman við Lars Múller, hevur tikið stig til fyritøkuna, sigur í eini viðmerking til Sosialin, at mannagongdin hjá Postverkinum er púra burturvið.

- Tað er púra eingin meing í, at ein fyritøka, sum skal senda lýsingarbløð til alt landið eina ferð um vikuna, skal gjalda einar 30 til 35 túsund krónur fyri tað hvørja ferð, sigur hann.

Og tað er orsøkin til at teir báðir fóru at hugsa um at gera eitt alternativ til ?gomlu? útberingina.

- Vit eru báðir í handilsheiminum frammanundan, og tí hevði tað okkara áhugað.

Og hvat úrslit eru tit komnir til?

- Okkara útrokningar siga, at tað ber til, at fáa tað at hanga fíggjarliga saman. Tað er tó ein treyt, at vit hava nøkur bløð, og ikki bara eitt. Men tí er nokk eingin vandi fyri, tí nógvar fyritøkur hava víst áhuga fyri nýggju útberingarfyritøkuni.


Ikki bara sum at siga tað

Hetta er nú ikki fyrstu ferð, at roynt verður við alternativum útberingarskipanum her á landi, men tað ræðir ikki hesar ungu menninar.

- Men tað er ikki bara sum at siga tað at fara undir eitt slíkt tiltak, sigur Høgni Stakksund.

- Tað er nógv, sum ein skal fáa upp á pláss, eitt nú við ábygdarfólki kring landið. Eisini skulu útberarar fáast í teimum ymsu bygdunum og ruturnar skulu samskipast, og tað er kanska tann torførasti parturin, tí kunnleikin manglar tá ein byrjar. Men tað seinasta er við at koma upp á pláss nú, sigur hann.

- Ein annar trupulleiki er við fólki. Í byrjanini er tað altíð trupult at fáa fólk at taka slíkar uppgávur av tí at inntøkumøguleikarnir verða avmarkaðir í byrjanini. Hetta broytist tó, tá fleiri lýsingarbløð leggjast til, sigur Høgni.


Góð tænasta er treytin

Men er tað ikki torført at fáa fyritøkur at ?taka kjansin? við at skifta útberara?

- Tað sær ikki soleiðis út. Sum sagt hava nógvar fyritøkur víst áhuga, men treytin er, at vit mugu hava eina tænastu, sum er betri enn tann hjá postverkinum. Og tað er okkara. Vit fáa bløðini inn mánadag og skulu hava borið tey út í seinasta lagið týskvøld. Hetta hevur eydnast, við fáum undantøkum. Í veruleikanum er meginparturin borin út mánakvøld, og tað er ein nógv betri tænasta enn postverkið kann bjóða og til ein heilt annan prís, sigur Høgni Stakksund.

Men hava tit so avmarkað tykkum til tað adressuleysa, ella ætla tit eisini at fara at bera annan post út eisini?

- Tað er ov tíðliga at siga nakað um enn. Í fyrsta umfari fara vit at brúka orkuna upp á at fáa hesa skipanina at virka. Men vit fara tó at hyggja eftir øðrum møguleikum eisini.


Skipanin er ov dýr

Høgni Stakksund fýlist á skipanina, sum postverkið ber adressuleysar sendingar út eftir og hann hevur líka sum hug at bera eitt sindur yvir við Postverkinum.

- Tað kann ikki verða rætt, at tað eru postboðini, sum skulu hava allar inntøkurnar av tí adressuleysa. Postverkið skal hava ein vinning av útberingini eisini, og tí má prísurin hækkast. Men at fara hækka hann so nógv, sum Postverkið hevur lagt upp til, er heilt burtur í vón og viti. Tí sigur tað seg sjávlt, at fyritøkurnar mugu hyggja eftir alternativum møguleikum, sigur hann.

- Okkara kostnaður er nógv lægri og tí er prísurin, sum vit taka fyri at bera lýsingarbløðini út eisini nógv lægri, sigur Høgni Stakksund at enda.