Postverk Føroya manglar framvegis átta milliónir krónur fyri at roknistykkið í fíggjarætlanini hjá stovninum næsta ár skal ganga upp. Hetta eru pengarnir, sum Vinnumálaráðið játtaði stovninum í fíggjarlógaruppskotinum, men sum síðan vóru strikaðir aftur úti í Fíggjarmálaráðnum.
Málið um Postverk Føroya var fyri á landsstýrisfundi týsdagin. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini varir av Postverkinum, hevur í eina tíð arbeitt við at umskipa Postverkið til alment partafelag. Herfyri fór ætlanin hjá landsstýrismanninum út til hoyringar hjá hinum samgonguflokkunum, sum síðan skuldu gera sínar viðmerkingar til málið. Landsstýrismaðurin hevur víst á, at við at umskipa Postverkið til alment partafelag ber til at gera Postverkið leyst av árligu játtanini á fíggjarlógini. Startkapitalurin til umskipanina skal koma við at selja bygningin hjá Frímerkjadeildini á Argjun. Men eftir landsstýrisfundin týsdagin er sumt, sum bendir á, at semjan í samgonguni um framtíðina hjá Postverkinum bara røkkur til at stovnurin skal ikki hava nakra játtan á fíggjarlógini.
Bjarni Djurholm sigur, at samgongan er samd um at arbeiða víðari við at tillaga virksemið hjá Postverkinum, so tað er í samsvar við fíggjarlógaruppskotið. Tað vil við øðrum orðum siga, at Postverkið skal ikki hava nakra játtan á fíggjarlógini fyri næsta ár. Men Bjarni Djurholm fekk tó ikki grønt ljós frá hinum samgonguflokkunum til at fara undir at umskipa Postverkið til alment partafelag. Tó hevur hann vónir um at ein loysn verður funnin fyri Postverkið.
- Afturmeldingarnar, ið eg fekk frá hinum samgonguflokkunum, vóru sum heild positivar. Tað er semja um at arbeiða víðari við málinum, sum er at Postverkið skal vera óheft av fíggjarlógini, sigur Bjarni Djurholm. Hann leggur afturat, at ber ikki til at semjast í samgonguni um eina loysn fyri Postverkið, so verður tað uppgávan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at seta tær átta milliónirnar, ið Fíggjarmálaráðið strikaði, á aftur fíggjarlógina fyri næsta ár.
- Hóast Vinnumálaráðið arbeiðir við at umskipa Postverkið til alment partafelag, og at tað tí væntandi ikki fór at vera neyðugt við hesi játtan næsta ár, so valdi eg at játta peningin til Postverkið kortini. Hetta fyri at skapa tryggleika á stovninum, skuldu trupulleikar stungið seg upp í samband við umskipanina. Men síðan valdi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at strika peningin, og tí vænti eg eisini, at hann setur peningin aftur á fíggjarlógina, røkka vit ikki málinum at umskipa Postverkið, sigur Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm hevur fleiri ferðir ført fram, at skal Postverkið hava møguleika at menna seg og annars virka og kappast á marknaðinum, er neyðugt at umskipa stovnin til alment partafelag. Vinnumálaráðið arbeiðir í løtuni við at fyrireika neyðugu lógarbroytingarnar, so stovnurin kann umskipast til alment partafelag. Harumframt eru nógv starvsfólkaviðurskifti, ið skulu fáast uppá pláss.
Í seinastuni hevur verið upp á tal, at Postverkið skal selja bygningin á Argjum, og eitt nú hevur Tórshavnar Býráð sýnt bygninginum stóran áhuga. Bjarni Djurholm hevur í hesum sambandi gjørt púra greitt, at talan verður ikki um at selja bygningin, fyri síðan at nýta tær 30-40 milliónirnar, ið bygningurin er virðismettur til, til vanliga raksturin hjá stovninum. Skal bygningurin seljast, so hevur landsstýrismaðurin tryggjað sær, at sølan verður framd í samsvar við umskipanina av Postverkinum til alment partafelag.