Poul fer aftur í gaggurnar

Betri deildin menn: Tað skuldi ikki verið neyðugt, at biðið ein 27 ára gamlan mann fara aftur í gaggurnar, og nú er Poul Ingason farin aftur í gaggurnar

Mynd: (TB.fo) Poul Ingason og André Dalfoss, formður

27 ára gamli Poul Ingason hevur í dag gjørt sáttmála við TB fyri kappingarárið 2023. Stóri og sterki tvøramaðurin kann bæði spæla í miðverjuni og í álopinum. Hann hevur ikki spælt nakað í seinastuni, hóast evnini eru góð.

 

- Poul er 27 ára gamal og hevði sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá TB 25. mars í 2012, bert 16 ára gamal. Tað sermerkta við hesum dysti var, at hann var á Eiðinum í Vági. Ítróttardepilin við Stórá stóð í gerð tá og fyrstu dystirnir á árinum vórðu spældir í Vági, áðrenn vøllurin í Trongisvági varð tikin í nýtslu, skrivar TB og leggur afturat:

 

- Poul hevur spælt umleið 160 dystir fyri besta liðið og hevur skorað 44 mál, so Poul er ikki hvør sum helst at fáa við í hópin. Tað eru vit sera takksom fyri í TB. Poul spældi eisini 77 dystir fyri besta og næstbesta liðið hjá HB, har hann skoraði 27 mál.

 

Tíverri hava skaðar gjørt sítt til, at Poul Ingason legði gaggurnar á hillina. Tað hevur verið saknur í honum við Stórá, men nú hevur tað eydnast at fáa fyrrverandi U21-landsliðsspælaran aftur í gaggurnar.

 

- Seinasti dystur hjá Poul fyri besta liðið hjá TB var 1. november 2020. Krútsterki spælarin, við tí óvanliga harða skotinum og fantastiska loftspælinum, verður tíbetur aftur at síggja í TB-búnanum í ár. Hann kann, umframt at vera ein fantastiskur styrkur á vøllinum, eisini geva nakað av sínum mongu royndum í føroyskum fótbólti, víðari til okkara ungu, lovandi spælarar, skrivar TB.

 

Tað hevur tikið nakað av tíð, at fáa undirskriftirnar upp á pláss í TB, men formaðurin – André Dalfoss – segði í samrøðu við FM1 fríggjadagin, at arbeitt verður við málinum. Eitt nú eru nakrir spælarar til royndarvenjing í løtuni.

 

Mynd: (TB.fo) Poul Ingason og André Dalfoss, formður