Poul í Geil: Kom við uppskotinum at geva Varðan út

Geilamenninir í Havn hava havt stóra ávirkan á okkara sam­felag. Ein tann fremsti er Djóni í Geil. Hann átti fýra børn. Tey vóru Anna og synirnir Poul, Kristin og Petur. Hesir tveir seinastu hava gjørt nógv um seg, og nógv er skriv­að um teir. Poul hevur ikki gjørt um seg á sama hátt. Men hann gjørdi seg eisini galdandi á sínum øki

Poul var mest kendur fyri sín málingahandil, sum hann byrjaði í 1903. Hetta var veruliga sami handil, sum pápi hansara Djóni hevði havt síðan 1880. Um­­framt máling fekst her alt til gólválegging og tílíkt. Eisini var møbilpolstrara­verkstaður knýttur at handl­inum. Hesin handil verður hildin at vera fyrsti mál­ingahandil í landinum.

Seinni fekk Poul eisini handilin Sýran, sum skuldi kappast við apotekið.

Tað finst í dag helst bert ein maður á lívi, sum hevur arbeitt hjá Poul í Geil. Hetta er Arnold, Alli, Han­sen, fyrrverandi for­maður í B 36. Pápi hansara Dia í Funningsstovu arbeiddi allar sínar dagar hjá Poul. Alli kom at arbeiða hjá honum sum 13 ára gamal, og hann var hjá Poul í 5 ár.

Alli letur sera væl at Poul at arbeiða hjá. Hetta var stór fyritøka. Tað mundu bera einir 10 mans, sum arbeiddu inni. Á sumri var afturat teimum ein hópur av monnum, sum málaðu hús ymsa staðni í landinum.

Ein uppgáva Alli minnist var at seyma skipsmadrassir. Hetta var gjørt uppá akkord, og inntøkan var góð.

Alli minnist, at tað var ikki altíð, at goldið var við peningi. Viðhvørt sendu fólk seyð sum gjald. Hetta var serliga úr Sandoynni. Alli plagdi at hava til upp­gávu at taka ímóti “gjald­inum”, tá tað kom úr Sandoynni við rutubátinum Borðoyanes. Afturfyri plagdi Alli at fáa eitt lamb. Tað kom eisini væl við.

Louis Zachariassen skrivaði hesi minningarorð um Poul í Tingakrossi:

 

“Við Poul í Geil er farin ein sermerktur føroyingur og ein maður, sum var væl og víða kendur út um land okkara. Hann hevði ógvu­liga lætt at koma á tal við fólk ella – vit kunnu siga tað umvent – fólk høvdu ógvuliga lætt at koma á tal við hann, tí soleiðis var lyndi hansara. Gjøgnum sín málinga- og tapethandil fekk Poul føling við nógv fólk, og tey sum eina ferð høvdu havt við Poul at gera, vendu vanliga aftur til hansara. Hesin handilin hevði kundar um alt landið, líka út Sunnbiarendanum og til Fugloyar.

Av sinni var Poul ljós­lyntur, at stúra lá ikki fyri hjá honum. Tí var hann altíð virkisfúsur, líka til hann ikki orkaði meira. Poul var ongastaðni hálvur. Hann var heilur, har hann var. Hann var heilur sum vin­maður, heilur sum felagsmaður og heilur fyri teimum málum, sum vóru honum um at vera.

Aldri hevur ein maður í eini tíð sum okkara, hvar ein partur av føroysku tjóð­skaparrørsluni tykist at vera stívnaður í orðaleiki og tómum lótum, so ofta sum Poul borið uppá mál við meg um, at vit máttu royna at fáa hina føroysku kirkjusálmabókina prent­aða. Um tað so var síðsta ferð, eg hitti hann, hevði hann tað á máli.

Fyrireikingararbeiðið var jú gjørt av J. Dahl prósti og Símun av Skarði háskúla­stjóra. Poul í Geil hevði glett seg at síggja hesa bók koma fram til nýtslu í føroysku kirkjuni.

Hóast mong tílík vónbrot misti Poul aldri sína ljósu trúgv uppá, at grund­stuðl­arnir undir okkara føroysku mentan eina ferð vildu verið fullgjørdir, um ikki í okkara tíð so seinri. Hetta hansara sjónarmið sermerkti hann og gjørdi hann hugna­ligan og vónvekjandi í samveru.

Poul í Geil vil verða stórliga saknaður ikki bert av sínum næstu vinmonnum í Havn, men eisini av mong­um bygdarmanni, sum av og á kemur til Havnar. Fyri honum vil tað óivað kennast, sum ein partur av Havnini er farin við Poul í Geil.

Tað er søga knýtt til húsið í Geil, og hóast Poul var elstur av trimum brøðrum, synum Djóna, var hann tann síðsti ið fór. Kunst­nara­evni hava verið í ættini. Tað hevur víst seg á mangan hátt. Nógv av teimum hava havt eina avbera vakra handskrift, og tað hevði Poul eisini.

Mong við mær vilja goyma minnið um Poul í Geil sum ein hollan vin, og sum ein mann, ið var heilur, har hann var, og vilja vit lýsa frið yvir minni hansara”.

Stovnaði Havnar Róðrarfelag

Poul var við til at stovna Havnar Róðrarfelag, og hann var fyrsti formaður felagsins.

Hann var í fyrstu høvuðs­nevndini hjá Varðanum saman við Jacob Dahl og Símun av Skarði. Tað var Poul, sum fyrst kom við uppskoti um blaðútgávu hjá Varðanum.

Djóni giftist fyrst við Mourentsu Mouritsen úr Snikkarastovu í Havn. Hon doyði í 1918, 31 ára gomul. Tey vóru barnleys.

Seinni giftist Poul aftur við Katrinu Mariu f. Nielsen úr Hvalba.

Poul liggur í gamla kirkjugarði millum sínar tvær konur. Hetta má Poul hava skipað fyri, tá fyrra konan er deyð. Tí sovæl Poul sum seinna konan eru deyð langt aftaná, at nýggi kirkjugarður er komin í 1935.

Tey fingu eitt barn, Djóni í Geil, f. 21. august 1929. Hann giftist vð Bjørghild Niclassen av Tvøroyri. Tey bæði fingu døturnar Katrinu og Elin.

Djóni var útbúgvin á Niels Brocks Handilsskúl í 1950, og hann starvaðist sum keypmaður og lærari á handilsskúlanum.

Hann sat á tingi fyri sjálvstýrisflokkin 1954-58, og hevur hann verið ein av yngstu tingmonnum yvir­høvur.

Djóni doyði 3. desember 1970, bert 41 ára gamal.

 

 

 

Næstu ferð:

Í komandi parti fara vit at greiða frá Niels, sum var sonur Elspu og Andrass, sum vóru tey fyrstu, ið bygdu Argir