Poul greiddi frá um víkingagarðin

Kvívíkingar hátíðarhalda í dag 100 ára dagin fyri kommununi.

Kvívíkingar hátíðarhalda í dag 100 ára dagin fyri kommununi.

 

Tað er stórur dagur í Kvívík í dag. Kommunan hátíðarheldur 100 ára dagin við einari røð av tiltøkum.

 

Kommunan umfatar bygdirnar Kvívík, Válur, Skæling, Leynar og Stykki, og tiltøkini eru gjøgnum allan dagin. Eisini verður opið seinnapartin í morgin.

 

Eitt av tiltøkunum í dag var, at Poul Hansen, sakførari, greiddi frá um víkingagarðin, ið hann hevur ætlanir um at byggja í Kvívík.

 

Ein av mongu gestunum í Kvívík í dag var Birgir Waag Høgnesen, ið eisini hevur tikið myndina.