Poul Hansen hevði vakrasta básin

- Vit eru væl nøgdir við talið av vitjandi, sum var eini 30% størri í ár enn sienasta ár, sigur Birgir Poulsen

Vørumessan 2003

Stigtakarin til Vørumessuna, sum nú hevur seks ár á baki, Birgir Poulsen í Saltangará, er væl nøgdur við talið av vitjandi í ár.
- Vit høvdu stívliga 1800 fólk inni á gólvinum hesar tríggjar
dagarnar, stevnan vardi, og tað eru vit væl nøgdir við.
Hann sigur, at hetta er eini 30% fleiri enn á messuni seinast.
- Vit hava stívliga 2.200 skrásett vinnurekandi í Føroyum, so vit
halda, at hesi hava verið rættiliga væl umboðaði á Vørumessuni.
Stigtakarin sigur, at stevnan eydnaðist stak væl, og bæði framsýnarar og vitjandi lótu hoyra frá sær, at tey vóru væl nøgd.
- Eg haldi, at framsýnararnir gjørdu uppaftur meira burtur úr básunum í ár enn seinasta ár, og tað skapar ein serstakan hugna, sigur Birgir.

Vakrasti básur

Í ár høvdu bæði vitjandi og framsýnarar høvi at atkvøða um, hvør vakrasti básurin var á messuni.
Birgir sigur, at báðar atkvøðugreiðslurnar fullu á básin hjá Poul Hansen.
- Sum virðisløn fekk Poul Hansen eitt borðurð við áskriftini, "Vakrasti básur 2003", umframt 12 fermetrar ókeypis til komandi Vørumessu, sum verður í døgunum, 10.-12. september.
Stigtakarin sigur, at hesir fermetrarnir hava eitt virðið av kr. 12.000, sum kann verða gott aftrat hjá eini fyritøku til komandi messu.

Størri messa

Birgir Poulsen sigur, at firmaið Marknaðarføring, sum stendur aftanfyri Vørumessuna, arbeiðir við at gera messuna størri komandi ár.
- Júst, hvussu hetta verður gjørt, er ikki greitt enn, men vit arbeiða við ymiskum møguleikum.
Hann sigur, at Vørumessan selir seg sjálva, tí tað er ikki neyðugt at bjóða básaplássini fram.
- Tað er heldur soleiðis, at vit noyðast at avmarka talið av framsýnarum, tí plássið á Nabbi er avmarkað, sigur Birgir.

Móttøkuskipanin

Í ár royndu tey eisini eina nýggja móttøkuskipan á messuni.
- Hetta er nøkulunda sama skipan, sum tey brúka í øðrum londum, har tílíkar messur eru.
Birgir sigur, at fólk, sum vitjaðu, vórðu skrásett við navni á fyritøkuni ella stovninum, tey umboðaðu, umframt sínum egna persónsnavni.
- Hetta riggaði væl, men verður uppaftur betur komandi ár, nú flestu fyritøkurnar eru skrásettar í skipanini.
Hann sigur, at einki forrit er tøkt til slíka skipan í Føroyum, men hesum fer Marknaðarføring at arbeiða við fram til komandi ár.
- Tað ger tað lættari hjá fyritøkunum, sum eru á básinum, at tey vita, hvør tað er, tey tosa við, sigur Birgir Poulsen at enda.