Poul Ingason til TB

Áleyparin vendir aftur til barndómsfelagið

Hóast tað ikki endaliga er komið upp á pláss, so bendir alt á, at Poul Ingason verður leigaður út til TB í seinnu hálvu av landskappingini.

 

Les eisini: TB leitar eftir styrki

 

- Tað manglar bara okkurt smávegis, so skifti eg til TB. Eg havi ikki fingið nógva spæltíð og havi verið skaddur. Nú er skúlatíðin í Havn liðug, so tað er gott at sleppa suður aftur, sigur Poul Ingason, ið skifti til HB frá TB í 2014.

 

20 ára gamli framherjin er uppvaksin í TB og hevur búmerkið tatoverað á arminum.

 

- Sjálvandi gleði eg meg at sleppa aftur í TB troyggjuna. Tað er jú barndómsfelagið hjá mær, sigur Poul Ingason við in.fo.

 

Hann gjørdi trý ára sáttmála við HB í 2014. Nú verður hann útleigaður seinasta partin av tí sáttmálanum.

 

- Nú er málið at fáa TB at yvirliva í Effo-deildini. Tað skal nógv hart arbeiði til. So fáa vit at síggja hvat hendir eftir kappingarlok, sigur Poul Ingason.

 

Poul Ingason hevur sambært Faroesoccer spælt 94 dystir í bestu deildini fyri ávikavis TB og HB. Har hevur hann skotið 20 mál tilsaman. Fýra av teimum hevur hann skotið í Effo-deildini í ár.