Poul Ingason tryggjaði Føroyum 2-2

Føroyar hava í kvøld vunnið eitt stig í fyrsta dystinum í nýggju EM undankappingini. Úrslitið á Svangaskarði ímóti Rumenia var 2-2. Tað var TB álopsspælarin Poul Ingason, sum stutt frammanundan var komin á vøllin, sum skoraði til 2-2 við síðsta sparkinum í dystinum. Tað gjørdi hann, eftir at Gilli Sørensen hevði spælt hann leysan innanfyri rumensku verjuna.

-Hetta var fantastiskt at sleppa á vøllin og at avgera dystin. Tað var eitt sindur óheppið, at vit ikki vunnu, tí vit vóru omaná í stórum løtum, helt Poul Ingason.

-Vit vistu, at vit høvdu evnagott lið. Vit fóru eftir at vinna, og vit vóru stórar partar av dystinum betri enn Rumenia, og vit fingu tvey mál. Eg haldi ikki, at vit spældu so hart, at vit høvdu uppiborið fýra gul kort. Tað var partur av okkara ætlan, at 17 ára gamli Poul Ingason skuldi koma á vøllin síðstu løtuna, og vit vistu, at hann kundi megnað at avgera, og tað vísti seg eisini at vera soleiðis. Vit hava fólkið at spæla fótbólt, vit royndu at spæla, og tað eydnaðist væl, staðfesti annar venjarin, Bill Jacobsen, í samrøðu við Trónd Arge á Rás2.

 

 

 

2-2: Poul Ingason 93.

 

Heðin Hansen er komin inn á føroyska miðvøllin í staðin fyri Rógva Joensen.

4 minuttir lagdir aftrat.

 

90) 1-2

Føroyar royna at svara aftur, eftir at Rumenia fimm minuttir undan leikloki legði seg framum 2-1. Tað hevur ikki eydnast rættuliga at leggja trýst á. Rumenia legði seg á odda bara 3-4 minuttir eftir, at Árni Frederiksberg hevði sent bóltin í tvørtræið.

 

1-2: Bus 86.

So hevur Rumenia lagt seg framum, og føroyingarnir eru vónbrotnir. Tað var innskifti Bus, sum setti bóltin í málið.

 

85) 1-1

Føroyingar hava ikki havt marginalirnar við sær síðstu løtuna. Árni Frederiksberg hevur úr støðu uttanfyri brotsteigin sent bóltin í undirsíðuna av tvørtrænum. Hetta var eftir skjótt mótálop. Nú er Árni Frederiksberg farin av vøllinum, og í hansara stað er 17 ára gamli Poul Ingason úr TB komin inn.

 

80) 1-1

Rumenarar hava verið vandamiklir í onkrari deyðbóltsstøðu, men føroyingar eru framvegis væl við í álopsspælinum. Føroyska liðið tykist ikki eins avgjørt í deyðbóltsstøðu, sum tað var fyrsta stóra partin av tíðini.

 

75) 1-1

Føroyska liðið er orduliga komið fyri seg. Tað hongur væl saman millum keturnar, og spælið er betri, enn tað hevur verið. Føroyar hava tiltuskað sær bæði málmøguleika og hornaspark og aftur hornaspark. Vandin lúrir støðugt fyri, at rumenar fara í skjótt mótálop.

 

70) 1-1

Føroyar hava lotið ímóti, og tað darvar í álopsspælinum, tá ið sendingarnar ikki eru so neyvar, sum tær vóru undan steðginum. Hørður Askham hevur sæð gult fyri fríspark.

 

65) 1-1

Trýstið á føroyska málið er ikki tað nú, sum tað var fyrstu løtuna av 2. hálvleiki, tá ið Rumenia hevði javnað til 1-1.

Ivan Joensen er komin væl inn í samanspælið á miðvøllinum, og fyri løtu síðani var tað um reppið, at Gunnar Zachariasen varð púra leysur, men temjingin var ikki nóg góð.

 

60) 1-1

Hugburðurin á rumenska liðnum er nógv meiri avgjørdur, enn hann var í 1. hálvleiki, men føroyingarnir eru av og á framvið, og nú var Árni Frederiksberg tætt við at koma í góða støðu.

Ivan Joensen úr KÍ er komin inn á føroyska miðvøllin í staðin fyri Boga Reinert Petersen, sum tóktist darvaður av snuddi, sum hann longu í 1. hálvleiki fekk í annað eygað.

 

55) 1-1

Tað gongur ikki so væl, sum tað gjørdi undan steðginum, men nú hevur væl upplagdi Gilli Sørensen spælt Gunnar Zachariasen leysan í brotsteiginum. Hann varð taklaður júst áðrenn hann skuldi royna seg ímóti málinum. Støðan var vandamikil eftir horna, men rumenararnir megnaðu at rudda bóltin burtur.

Bogi Reinert Petersen hevur sæð gula kortið.

 

50) 1-1: Gabriel Christian Iancu 47.

Í góðveðrinum kennist tað sum køld pøs at fáa í andlitið, at Rumenia beinanvegin eftir steðgin hevur javnað. Long framlegging endaði við at Gabriel Christian Iancu, sum varð púra blankur, og so setti hann bóltin framvið Kristiani Joensen í føroyska málinum. Sera harmuligt tí støðan kendist ikki serliga vandamikil, áðrenn longu sendingina so at siga burtur úr ongum.

 

HÁLVLEIKUR

 

45) 1-0

Teir eru farnir at hvíla seg í góðveðrinum á Svangaskarði, har lagið í føroysku leguni er gott. Føroyar eru frammanfyri 1-0 við málinum, sum Gunnar Zachariasen skoraði, tá ið hálvur tími var farin. Síðsta støðan í 1. hálvleiki var føroyskt hornaspark, men tað spurdist einki burturúr.

Áskoðararnir kundu verið fleiri, men teir, sum eygleiða, fylgdu við lógvabrestum føroysku spælarunum av vøllinum.

René S. Joensen, sum hevur verið sera sannførandi á vinstra vongverja, tyktist eitt sindur skaðadarvaður, nú teir fóru at hvíla seg.

 

40) 1-0

Síðstu løtuna hava rumenar havt tríggjar spentar støður eftir horna, og síðstu ferðina var tað akkurát so, at Hørður Askham megnaði at sparka bóltin burtur. Nú ræður um at halda tørn.

Rumenski miðverjin hevur sæð gult fyri at vera ov seinur at takla Gunnar Zachariasen.

 

35) 1-0

Føroyingarnir eru ikki nøgdir við dómaran, sum hevur havt ógvuliga lætt við at taka gula kortið úr lummanum og vísa føroyingunum tað. Nú hevur Árni Frederiksberg sæð gult, og harvið liggja longu nú, tá ið 35 minuttir eru farnir,tríggir føroyingar á markinum at verða riknir av vøllinum, um teir gera fríspark! Tað kann darva føroyska spælinum.

 

30) 1-0: Gunnar Zachariasen 29.

Føroyar hava lagt seg á odda. Gunnar Zachariasen hevur skorað. Árni Frederiksberg spældi úr høgru Gilla Sørensen leysan innanfyri vongverjan í hinum borðinum. Úr vinstru legði Gilli innfyri, og við handara stólpan stýrdi Gunnar Zachariasen bóltin í málið!

Øgiliga stórur fagnaður á og kring vøllin!

 

25) 0-0

Føroyska liðið heldur framvegis væl tørn í verjupartinum, og higartil hevur tað ikki eydnast rumenska liðnum at taga føroysku miðverjuna sundur.

Gongdin higartil hevur ikki givið orsøk til, at føroysku spælararnir nýtast at vera ótryggir og ikki at hava sjálvsálit.

 

20) 0-0

Rumenska liðið var fyrsta korterið frammarlaga á vøllinum og trýsti mótstøðuliðið, men nú eru heimamenninir farnir eitt sindur longri aftur á vøllin. Rumenia hevur havt vandamikla roynd, men bólturin fór omanfyri málið.

 

15) 0-0

Rógvi Joensen og Ari Ó. Ellingsgaard hava sæð gula kortið fyri fríspørk. Føroyingnir eru misnøgdir, tí dómarin ikki hevur víst rumenum gult. Teir halda, at rumenska liðið hevur verið eins ófantaligt í frísparksstøðu.

Serliga merkisvert kennist tað at vera, hvussu stinnur Sonni Ragnar Nattestad,, 196 cm høgi miðverjin, er bæði í luftspælinum og í nærdystunum niðri á vøllinum. Kristian Joensen er royndur stýrimaður aftanfyri miðverjuna.

 

10) 0-0

Føroyar hava lagt væl fyri, og tað er framvegis soleiðis, at bólturin fyri tað mesta er frammi á rumensku hálvuni. Føroysku spælararnir tykjast hava sjálvsálit at bjóða seg til og at spæla saman í tríkantum.

Gilli Sørensen er liðformaður á føroyksa liðnum í kvøld.

 

 

5) 0-0

Sólin skínur av heiðum himni, og fótbóltslíkindini eru av teimum bestu á Svangaskarði, har Føroyar í kvøld spæla U-21 EM undankappingardyst ímóti Rumenia. Føroyska liðið hevur lagt bragdliga fyri, og fyrstu løtuna hevur bólturin fyri tað mesta verið á rumensku hálvuni.

Merkisvert er tað, at René Shaki Joensen, sum undan drúgva skaðasteðginum fleiri ferðir var í a-landsliðshópinum, í kvøld er vinstri vongverji á U-21 liðnum.

 

Føroyar: Kristian Joensen, NSÍ – Bárður Hansen, Víkingur, Hørður Askham B36, Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland, René Shaki Joensen ,Brøndby – Árni Frederiksberg, NSÍ, Rógvi Joensen, TB, Bogi Reinert Petersen, ÍF, Gilli Sørensen, B36 – Ari Ellingsgaard, ÍF – Gunnar Zachariasen, EB/Streymur.

Rumenia: Branescu - Balasa, Plamada, Tosca, Cretu - Serediuc, Benzar, Iancu - Stanciu, Carstocea - Ciolacu