Poul Jóhannus Justinussen skiftir til AaB

Poul Jóhannus Justinussen til AaB

 

Í gjár, seinasta dagin, tað var loyvt at keypa og selja fótbóltsspælarar, hevur Pól Johannus Justinussen gjørt sáttmála við danska superligafelagið AaB.

Verjuspælarin, sum annars hevur spælt við Valur í Íslandi, hevurgjørt ein hálvtárs sáttmála við AaB.

AaB hevur í vetur mist verjuleikararnar Kjetil Wæhler, Denis Dedovic og Lucho, og í tí sambandi hava teir havt 23 ára gamla verjuleikaran Pól Jóhannus Justinussen til royndarvenjing og nú váttar felagið á síni heimasíðu, at partarnir hava skrivað undir sáttmála.

Felagið sigur, at hann hevur hugtikið teir í venjingunum og at verður ein styrkur í verjuna á liðnum.

AaB sigur, at Pól, sum eisini er á føroyska landsliðnum, kann spæla í miðverjuni á vinstra bakki og á vinstra vongi og hann fær blusuna við nummar 15 á rygginum.