Poul Michelsen og Ruth Vang stóðu púra einsamøll

– Heldur Sirið Stenberg, sum heldur vil hava fleiri Rúsur kring landið, enn fría rúsdrekkasølu í handlunum

– Vit skulu ikki hava fría rúsdrekkasølu í Føroyum.

 

Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nu Løgtingið hevur havt orðaskifti um okkara rúsdrekka- og rúsevnapolitikk í framtíðini.

 

Sirið Stenberg sigur, at hetta er fyrstu ferð, Løgtingið fær høvi at skifta orð um hetta evnið burturav, og hon heldur, at orðaskiftið váttaði, at sum heilt eru løgtingslimir samdir um rættiliga nógv viðurskifti.

 

Eitt stórt kjakevni í orðaskiftinum var, hvussu lætt rúsdrekka skal vera at fáa fatur í. Og her løgdu tey bæði umboðini fyri Framsókn, Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, og Ruth Vang, tingkvinna, sjógv ímillum seg og øll hini.

 

Tey talaðu bæði eldhugað fyri at at geva føroyingum lættari atgongd til rúsdrekka, eitt nú við at lata vanligar handlar sleppa at selja øl og vín.

 

Les eisini: Rúsdrekka er sálarbót fyri tey sum duga

 

Les eisini. Tað ringasta vit kunnu gera, er at avmarka rúsdrekkasøluna

 

Útfrá einum heilsuligum sjónarmiði er Sirið Stenberg ikki samd við teimum báðum í Framsókn.

 

– Tað vísti seg eisini, at tey bæði stóðu rættiliga einsamøll við sínum sjónarmiði um eina frælsari rúsdrekkasølu, tí ongin annar tekur undir við teimum, sigur Sirið Stenberg.

 

Og tað ger hon heldur ikki sjálv, tí hon heldur ikki, at rúsdrekka skal vera ein gerandisvøra sum er at fáa í vanligum handlum.

 

Høvuðssjónarmiðið hjá teimum báðum í Framsókn var, at lættari rúsdrekka er at fáa fatur á, minni drekka fólk og tey taka Rúsuna um besta dømi upp á tað. Tey vísa á, at tá ið Rúsan kom, varð rúsdrekka brádliga munandi lættari at fáa fatur á, men síðani er rúsdrekkanýtslan í Føroyum munandi minkað.

 

Sirið Stenberg er ikki samd um, at Rúsan gjørdi atkomuna lættari, men atkoman varð bara øðrvísi, tí vit skulu framvegis í ein serhandil at keypa rúsdrekka.

 

Og stendur tað til hana, verður tann skipanin við Rúsuni ikki broytt.

 

– Í roynd og veru eri eg ikki bangin fyri at fleiri Rúsur verða settar á stovn kring landið, tí eg vil heldur tað, enn at rúsdrekka verður ein gerandisvøra, sum fæst í vanligum handlum, sigur Landsstýriskvinnan.

 

Men hon heldur samstundis, at Rúsan má alla tíðuna fylgja við tíðini fyri at rættvísgera sína tilveru.

 

Tí heldur hon at Rúsan má alla tíðina stremba eftir at fáa alsamt størri úrval av vørum, so at fólk fáa tað, tey vilja, í Rúsuni. Fáa tey ikki tað, er nevnilga vandi fyri, at fólk venda Rúsuni bakið og so fer kravið um fría Rúsdrekkasølu at herðast, heldur landsstýriskvinnan.

 

Vit hava eisini eina alsamt veksandi ferðavinnu, og ferðafólk seta eisini krøv til úrvalið í Rúsuni, sum hon eigur at stremba eftir at ganga á møti, sigur Sirið Stenberg.