Poul Nyrup Rasmussen: ? Tit tóku størsta takið í 1993/94

? Tað er eindømi í Vesturheiminum, at eitt land hevur reist seg so skjótt aftur búskaparliga, heldur forsætisráðharrin

? Høvuðsendamálið við ferðini í Føroyum var at strika undir, at ríkisfelagsskapurin er annað enn bankakanningin, segði Poul Nyrup Rasmussen á seinna tíðindafundinum á Hotel Hafnia mikukvøldið.

? Persónligu samrøðurnar, eg havi havt við føroysku politikararnar, hava verið merktar av javnvág og respekt, og hevur talan verið um samrøður á jøvnum føti. Eg fegnist eisini um, at kreppan frá fyrst í 90?unum er um at hæsa av, og eg má leggja afturat, at tað er fantastiskt, at føroyingar hava klárað so væl at koma burtur úr eini so stórari kreppu, segði forsætisráðharrin. Og hann legði afturat:

? Tað er eitt eindømi í Vesturheiminum, at eitt land, sum missir triðingin av inntøkunum, so skjótt megnar at reisa seg aftur. Men eingin ivi skal vera um, at hetta er takkað veri teimum búskaparligu inntrivum, sum gjørd vóru í 1993/94 - og hjálpini úr Danmark.