Poul Uni Vestureið løgregluovasti farin

Síðan eg týsmorgunin fekk deyðsboðini av Una, eru so mangir tankar farnir framvið í hugaheiminum. Hesin maður, sum seinastu mongu árini hevur verið løgregluovasti í landinum, er nú, eftir sjúkralegu, brádliga slóknaður.

Við hesum andlátinum hevur løgreglan í Føroyum mist ein ótrúligan vitunarkapasitet og eygleiðara, sum innanfyri mong øki, verður tortførur at finna javnlíkan hjá.


Uni gjørdi ikki nógv burtur úr sær sjálvum, og starvið sum politiinspektørur, ið er hægsta tign, løgreglumaður kann fáa, var ikki nakað hann breggjaði sær av. Hann hugsaði seg altíð tvær ferðir um, áðrenn hann trein fram við einum boðskapi, og hann dugdi sera væl at síggja tingini frá øðrvísi sjónarvinklum enn flestu onnur. Meiri enn einaferð kom tankin fram fyri einum, hví Uni við sínum fakliga gløgni, ikki hevði valt sær eina yrkisleið innan gransking ella hevði nomið sær onkra háfloygda útbúgving, ístaðin fyri at velja sær lívsstarv sum løgreglumaður, har virkismentanin meiri er merkt av einum beinleiðis umgangstóna og ikki akademiskum og meiri óbeinleiðis og innballaðum samskifti.


Eingin leiðari er í sær sjálvum fullkomin, og tað var Uni heldur ikki. Fyri summi kundi hann tykjast heldur tortførur at koma at kenna. Sum árini gingu, gjørdist mær tó greitt, at Uni við neyvum eygleiðingum ynskti at koma at kenna medarbeiðararnar, ið hann var ovasti fyri. Júst hetta, at hann vísti áhuga fyri øllum omanfyri eitthundrað starvsfólkunum í føroysku løgregluni, er ein eginleiki, ið tíverri ikki allir leiðarar við so mongum starvsfólkum undir sær gera sær far um týdningin av. Hann var forvitin, og aftraði seg ikki at skifta orð um so mangt ymiskt, samfelagsviðurskifti, trúarlív, vinnulív, bilar og mangt annað.


Uni ynskti, at løgreglan røkti sínar uppgávur til lítar. Um okkurt var, ið kundi verið betri handfarið, sást á honum, at hann harmaðist, men sum tann ógvuliga umhugsni leiðarin hann var, kom hann ikki við skortfleingjum, men ístaðin var trupulleikin persónliga og við virðing avgreiddur handan afturlatnar dyr.


Sum partur av donsku løgregluni við fleiri túsund starvsfólkum, hevði Uni sum ovasti í Føroyum, regluligt samskifti við evstu leiðsluna í Keypmannahavn, og har vóru tað eisini mangir starvsfelagar, eisini millum teir á hægsta tignaðarstiganum, ið høvdu stóra virðing fyri Una og hansara sera stóra dugnasemi.


Tað er eingin ivi um, at hann hevur vunnið løgregluni her á landi stóra virðing ímillum aðrar myndugleikar, tað verið seg, Vinnumálaráðið, Landsverk, bý- og bygdaráð, Akstovuna og mong onnur.


Uni var góður við konu, børn og abbadóttrina. Minnist hvussu hann sum abbi ein dagin ringdi og vildi vissa sær, um ansingarpláss, ið abbadótturin hevði fingið boðið, mundi vera fult nøktandi fyri hana.


Við samkenslukvøðum til Ceciliu og bæði børnini, verður friður ynsktur at hvíla yvir minnum um Poul Una Vestureið.



Helgi Justinussen