Poula er fødd 23. juli 1927 og er dóttir Ingu ogMikael Dalbø í Syðrugøtu. Hon er næstelst av sjey systkjum.
Tá hon var ung fóru gentur ofta út at tæna, og fór Poula sum 14 ára gomul í húspláss, umframt at hon luttók í tí nógvu tøtingini, sum var í bygdini.
Síðan gekk leiðin til Klaksvíkar, har hon var í trý ár, fyrsta árið í húspláss, og tvey ár á spinnarínum hjá Kjølbro.
Afturkomin úr Klaksvík fór hon at læra at seyma, og síðan gekk leiðin til Havnar, har hon tænti á Krákusteini í fleiri ár.
Tá Tøtingarvirkið í Gøtu byrjaði fyrst í 60-unum, var Poula ein av teimum fyrstu sum starvaðist har, og í 1969 fór hon at arbeiða sum krambarkvinna, og røkti hon hetta starvið í 19 ár.
Trúliga hevur hon tikið lut í arbeiðinum hjá Sjómanskvinnuringinum í bygdini og síðan eldrafelagið Gøtubrá varð stovnað, hevur hon havt sítt pláss har.
Símun er føddur 8. juni 1921. Hann er sonur Annu og Tummas Thomsen (Tummas á Niðri) í Syðrugøtu. Hann er yngstur av sjey systkjum.
Sum 15 ára gamal fór hann sum so mangur ungur drongur til skips. Fyrsti túrurin varð við sluppini Maritenu, fyrst til Íslands og sama summarið til Grønlands, og bleiv hetta ein minniligur túrur.
Síðan hevur hann verið á sjónum tað mesta av tíðini, tó hann gekk upp á skúla í tveir vetrar í 1946 og 1947, har hann las til seturskipara og tók longdina.
Í 1963 fór hann at arbeiða á Tøtingarvirkinum og arbeiddi hann har í 24 ár. Eftir hetta fór hann aftur at fáast við fisk á Fiskavirking í Gøtu, og var hann har, til hann gavst vegna aldur.
Símun hevur verið ein álitismaður, bæði á sjógvi og landi. Hann hevur stóran áhuga í øllum samfelagsviðurskiftum. Í dag er egning og seyðahald hansara stóra ítriv.
Kirkja og missiónhús hava øll hesi árini verið teirra andaliga heim, og tá nýggja kirkjan í Gøtu á hvørjum sumri er opin fyri ferðafólki, hava tey luttikið aktivt í hesum arbeiði.
Poula og Símun eiga tríggjar døtur, Karla, Inga Turið Ann, eisini eiga tey sjey ommu- og abbabørn og tvey langommu- og langabbabørn.
Heimið í Syðrugøtu hevur altíð verið fyrimyndarligt, og er ein og hvør altíð vælkomin inn á gólvið.
Gullbrúdleypsdagin vera hjúnini burturstødd.