Poulsen longt avtaluna

Poul N. Poulsen hevur knýtt seg at B68 í komandi kappingarári eisini. Tað skrivar heimasíðan hjá toftamonnum.

Poul N. Poulsen hevur roynst væl á Toftum, síðan hann skifti av Skála undan hesum kappingarárinum. Vágbingurin hevur fyri tað besta spælt á vongverjaplássinum í høgru.

Jógvan Højgaard, formaður í B68, sigur við heimasíðuna, at hann fegnast um, at Poul N. Poulsen hevur longt sáttmálan við felagið.