Samstarvið millum SEV og DONG Energy hevur nú ført til, at Føroyar og SEV verða royndarstøðir fyri nýggjari slóðbrótandi skipan sum skal forða fyri blackout.
SEV hevur samstarvað við DONG Energy síðani 2009, og tað er sum ein ásannan av hesum samstarvi, at danska orkufelagið hevur valt Føroyar sum staðið, at royndarkoyra hesa skipan.
Men eisini aðrar orsøkir eru til, at Føroyar og SEV er vald. Talan er um eina lítla skipan, og hartil eru nakrar fáar fyritøkur útvaldar at verða við í hesi royndarkoyring. Tey eru Hiddenfjord/Fútaklettur, Bergfrost og Kollafjord Pelagic.
Seinni í dag skal skipanin royndarkoyrast við at Sundsverkið verður lagt svart. Skipanin skal tá taka við, so einki black-out verður hjá teimum, sum fáa streym frá Sundsverkinum.
Johan Dahl var fyrstur at siga nøkur orð, og síðani tosaði vara altjóða sølustjórin hjá DONG Energy, Evert den Boer, áðrenn Hákup Djurhuus, stjóri í SEV, fekk orðið.
Tað vóru hesir nevndu, sum settu Power Hub skipanina til klokkan 8.55 í morgun.