Prædika og kjaftaslit

Vegna veður varð seinasta konsertin á G! Festval 2012 flutt av Sandinum niðan á Spæliplássið.

Tað tekur sína tíð at fáa teknikkin uppá pláss, og 200 komu ikki ígongd fyrr enn klokkan hálvgum trý um morgunin. 200 eru tiltiknir fyri G! konsertir sínar, og Spæliplássið var eisini mest sum fult, áðrenn teir fóru í gongd í illveðrinum.

Aftanfyri seg høvdu teir ta tiltiknu tveir metur høgu hondina við lyftari longutong - og harvið var tónin settur. Eins og flestu sangirnir hjá 200 snúgva framførslurnar seg fyrst og fremst um at finnast at; um uppreistrarsinni; um at geva fingurin til yvirvøldina. Áhoyrararnir fingu undir konsertini greitt at vita, at sitandi politikararnir hava skyldina í øllum óndum her í verð; at tey, sum velja Miðflokkin eru skítiklikkað; at vit undir harðrenda fólkafloksvaldinum liva í einum fasistiskum samfelag; og so eisini at vit skulu øll vera góð við hvørt annað.

Onkur vildi vera við, at ein hátt eru 200 líka sum politikararnir, sum teir siga seg syngja um: teir hava sterkar meiningar og ógvuslig úttalilsi, uttan at seta seg ordiliga inn í tingini ella leggja so nógv í smálutirnar. Men hetta var jú ein rokkkonsert, og tað er ikki eitt høvi til smálutir. Hetta var eitt høvi til at rópa og nikka, til at kitla og øsa.

Tíverri var tað tó veðrið, sum østi seg meira enn nakað annað. Júst sum teir fóru í gongd við ein klassikara hjá Slayer versnaði veðrið av álvara. Regnskjól vendust á ranguna, plastíløt flugu um oyruni og fólk royndu at kroka sum fragast. Áðrenn konsertina varð VIP-økið lýst at vera opið fyri almenninginum, og sum landsynningurin brast á, flýggjaðu mong niðan í fjálga, turra Tøting. Tó vóru tey allíkavæl rættiliga mong í tali, sum vórðu verandi at fáa alt við, sum hendi á pallinum.

Til tann eina sangin fingu teir eina rúgvu av gestatónleikarum á pall. Eivør Pálsdóttir kom at spæla bass, Høgni Lisberg og Benjamin komu at spæla gittar, og fleiri onnur afturat komu uppí. Saman spældu tey ‘Brúka tína makt’, og Niels Arge Galán legði doyðin á, at vit eiga at brúka okkara fólkaræðisliga vald meira enn bara við at seta ein kross á einum vali fjórða hvørt ár.

Teir spældu bæði eldri tilfar og eisini tilfar av nýggju fløguni Vendetta. Stílurin var tann sami, sum teir plaga at spæla: tað var beinleiðis, illsintur punkrokkur, við eini rúgvu av prædiku og kjaftasliti afturvið.

200 hava spælt nakrar minniligar konsertir á G!, og hava áður megnað at fylt Sandin við fólki. Hesuferð var tað ikki heilt líka minniligt. Teir tríggir gjørdu sítt besta, og royndu ikki at lata seg órógva av vátum gittarum og skelvandi palli, men tíverri varð konsertin darvað av ringu umstøðunum.

Og táið teir høvdu spælt í 40 minuttir fekk alt ein bráðan enda. Teir fingu boð um at tað vegna øtlaða vindin ikki var trygt á pallinum longur. “Vit gevast beint nú!” segði Niels Arge Galán knappliga, og seinasta konsertin á G! 2012 var av, brádligari enn ætlað.