Prógv sum læknaskrivarar

Fríggjadagin 29. august 2008 var móttøka í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í samband við at Brynhild Maria Lamhauge og Tóra Amalia Gudmundsen fingu handað prógv sum læknaskrivarar.

Undirvísingin er á Landssjúkrahúsinum og er skipað soleiðis, at tey lesandi fara til Danmarkar á skúla 5 ferðir undir lesnaðinum, har til seinast ein verkætlan verður vard í samband við prógvtøkuna. Útbúgvingarleiðari er Sæunn Ólavsdóttir Hansen.