Prýði eru fylt við ólógligum mongdum av blýggi

Næstan hvørt 5. prýði inniheldur ólógligar mongdir av blýggi, ið kann skaða heilsuna. Kemikaliukanningin hjá Umhvørvisnevndini hevur til samans kannað 114 prýði og 24 av teimum, næstan 5. hvør teirra, innihelt tað umhvørvisskaðandi evnið blýggj.

 

- Tað er ikki nóg gott, at næstan 5. hvørt prýði inniheldur ólógligar mongdir av blýggj, sigur Birte Børglum, ið er leiðari av kemikaliukanningini.

 

Í tveimum av prýðinum var mongdin so høg, at tað avgjørt er heilsuskaðiligt. Tað er nú sett forboð ímóti at selja nógv av teimum ólógligu prýðunum.

 

Tað er aðru ferð, at prýðishillarnar í handlunum vera kannaðar. Seinast fingu tey sama úrslit, at 20 prosent av prýðinum vóru skaðilig.

 

Eisini eru fimm av teimum, ið útgeva prýðini, endurtakarar, teir fingu eisini søluforboð í 2008, og Birte Børglum sigur, at tey ætla sær at melda tað til løgregluna.

 

Av tí at tað er ógjørligt at síggja blýggjmongdina á prýðinum, hevur Umhvørvisnevndin givið trý góð ráð, til tey ið ganga við prýðislutum.

 

1. Ikki koyra prýði í munnin.

2. Ikki sova við prýði á.

3. Ikki gera ítrótt við prýði á.

 

Kelda: fpn.dk