Hetta síðsta árið er tað vorðið 0,8 prosent dýrari at búgva í Føroyum. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir prísgongdina í Føroyu.
Hagstovan sigur, at triðja ársfjórðing í ár, vóru prísirnir 0,8 prosent hægri enn teir vóru í sama ársfjórðingi í fjør. Og sostatt hækka prísirnir nú ikki heilst so nógv, sum teir gjørdu frammanundan.
Hetta seinasta árið eru prísirnir hækkaðir í øllum høvuðsbólkum, uttan í bólkunum sum eitur klædnavørur og fótbúnaður, og bólkinum ið eitur innbúgv, húsbúnaður og annað.
Størsti prísvøkstur hevur verið í bólkunum sum eigur flutningur, har hækkingin er 2,1 prosent, men annars er rúsdrekka og tubbak, vorðið 1,9 prosent dýrari og tað er vorðið og 1,8 prosent dýrari at hava bústað.
Matvøruprísirnir hava staðið í stað seinasta árið, men fiskur, oljur og fitievni, og kaffi, eru dýrkað, men frukt er vorðin bíligari.