Flogferðsla
Eins og Atlantsflog og Maersk Air kappast um at bjóða føroyingum bíligar ferðaseðlar fram móti jólum, er sama støðan galdandi í Hollandi, har KLM og SAS eru farin í rættiligt prískríggj.
Hollendska flogfelagið KLM hevur lækkað allar ferðaseðlaprísir úr Hollandi við 25%, skrivar Jyllands Posten í vikuni. Tískil hevur felagið eftir øllum at døma byrjað eitt sonevnt prískríggj, verður mett.
SAS svaraði beinanvegin aftur við at bjóða avsláttur heilt upp til 40% á Amsterdamrutunum.
Sølustjórin hjá SAS, Palle Christensen, sigur við Jyllands Posten, at lækkingin er beinleiðis avleiðing av tiltakinum hjá KLM. Hann sigur eisini, at tað verður umhugsað í SAS, um lækkingar eisini skulu gerast í prísunum á øðrum europeiskum rutum.
Kappingin millum hesi bæði flogfeløgini kann enda við, at eisini onnur europeisk flogfeløg kenna seg noydd at lækka sínar prísir.
Og alt stavar frá, at fólk eru so bangin fyri at flúgva síðan tann 11. sptember, at neyðugt er við ógvusligum tiltøkum fyri at lokka fólk aftur í luftina, skrivar Jyllands Posten.