Prísurin fyri at sleppa undan arbeiðssteðgi

- Hesin sáttmálin er tað, vit mugu gjalda fyri at sleppa undan arbeiðssteðgi, siga arbeiðsgevararnar

- Sáttmálin, sum vit skrivaðu undir í morgun er betri enn sáttmálarnir, sum eru gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Tað staðfestir Jan Mortensen í Vinnuhúsinum, sum samráðist fyri arbeiðsgevararnar.

Men hann staðfestir samstundis, at hetta var prísurin, sum arbeiðsgevararnir noyddust at gjalda fyri at sleppa undan arbeiðssteðgi.

- Ein arbeiðssteðgur er eisini dýrur, so vit vigaðu fyri og ímóti og komu til ta niðurstøðu, at frægasta loysnin var at skriva undir sáttmálan, sigur Jan Mortensen.

- Eitt verkfall varar ofta leingi og hevur stórar avleiðingar og tí var hetta ein javnvág, vit máttu finna og tí gjørdu vit av at skriva undir.

Sostatt eru eisini arbeiðsgevararnir hampiliga væl nøgdir við úrslitið.

Men annars er Jan Mortensen ikki samdur í, at sokallaða gjógvin ímillum løntakarabólkar, eru so stór og er víðkað.

- Gjógvin ímillum lønarbólkar er ein mýta. Fyri 30 árum síðani var ein handverkaraløn 30% hægri enn ein arbeiðaraløn, men í dag er munurin 15%, fyri at nevna eitt dømi, sigur Jan Mortensen.