Seinastu fimm árini hava sethúsaprísirnir verið støðugt vaksandi, men tað sum serliga sker í eyguni, er stóri prísmunurin millum sethús í miðstaðarøkinum í mun til aðrastaðni í landinum.
Tað sigur Landsbankin, sum hevur granskað gongdina í húsaprísunum hesi seinastu árini. Í frágreiðingini verður víst á, at miðal søluprísurin fyri eini sethús í Tórshavn er í dag meira enn hálvaaðru millión krónur hægri, enn fyri sethús á bygd.
Landsbankin vísir á, at í 2016 fór sethúsaprísurin upp um høgu prísleguna, ið var undan fíggjarkreppuni, og vøksturin hevur hildið fram. Í Tórshavn hava íbúðarprísirnir fylgt gongdini hjá sethúsaprísunum, og bæði prísirnir á íbúðum og sethúsum í høvuðsstaðnum eru nærum trífaldaðir síðani miðskeiðis í áttatiárunum.
Sethúsaprísirnir hava seinastu fimm árini verið støðugt vaksandi. Høvuðsorsøkirnar til hesa gongd eru uttan iva vøksturin í búskapinum, fólkatilflytingin og lága rentan, sigur Landsbankin.
Tá ræður um íbúðir, er fermeturprísurin á íbúðum í miðal vorðin væl hægri, enn prísurin á sethúsum. Í Havn er ein íbúð í miðal einar 10.000 dýrari fyri hvønn fermetur enn eini sethús. Ein orsøk er helst, at eftirspurningurin er lutfalsliga størri eftir smáum bústøðum enn eftir sethúsum. Onnur orsøk er, at sum heild eru íbúðirnar nýggjari enn sethúsini.
Somuleiðis er miðalaldurin á sethúsum á bygd hægri enn í Tórshavn. Afturat aldrinum og harvið miðaldygdini á bústøðunum, hava viðurskifti sum lættari atgongd til arbeiðspláss, eins og størri tilflyting til miðstaðarøkið, avgerandi ávirkan á bústaðarprísirnar.
Undan fíggjarkreppuna vuksu sethúsaprísirnir munandi skjótari, enn inntøkurnar. Í 2006 kostaði eini sethús í Havn heili 34 prosent meiri enn í 2005, men tøka inntøkan vaks bara 12 prosent.
Árið eftir hæsaði vøksturin í sethúsaprísunum av, men í 2016 tók hann aftur dik á seg. Sethúsaprísirnir eru tó ikki hækkaðir eins skjótt hesi seinastu árini, sum undan fíggjarkreppuni. Í 2016 kostaði eini sethús í Havn 14 prosent meiri enn í 2015, men tøka inntøkan vaks fimm prosent. Higartil í ár eru prísirnir hækkaðir átta prosent, men tøka inntøkan nærum er óbroytt.
– At sethúsaprísirnir hækka skjótari enn tøka inntøkan, kann vera tekin um ov stórt bjartskygni. Vónirnar um áhaldandi prísvøkstur á sethúsamarknaðinum, eins og lágar lániútreiðslur, saman við lítla útboðnum, kunnu eggja húsarhaldum til at bjóða ein hægri prís fyri bústaðir, enn gott er. Harvið er vandi fyri, at tey binda seg til eina hægri skuld, enn tað er fíggjarliga ráðiligt eftir inntøkuni.
Ein stór skuld er óheppin, skuldi tað hent, at rentan hækkar so nógv, at tað verður neyðugt at selja húsini, sigur Landsbankin.