- Heimsmarknaðurin av uppsjóvarfiski var góður í 2015. Prísirnir kvinkaðu eitt vet á makreli, lodnu og svartkjafti, og prísurin á sildini var methøgur.
Tað siga tey hjá Varðanum í Gøtu, sum nú hevur kunngjørt roknskaparúrslitini fyri 2015.
Søludeildin hjá Varðanum Pelagic ger støðugt eitt stórt arbeiði fyri at marknaðarføra fiskin hjá Varðanum sum eina dygdarvøru.
- Dentur verður lagdur á, at hetta er fiskur, sum er veiddur við nútímans skipum, royndum fólki og nýggjastu framleiðslutøkni - og ikki minst, at fiskurin er úr heimsins reinastu høvum.
Teir, sum eiga Varðan, siga, at tá felagið varð stovnað fyri stívliga 30 árum síðan, var svartkjafturin høvuðsfiskaslagið.
- Í 2011 kolapsaði svartkjaftastovnurin, men til alla lukku er hann komin fyri seg aftur, og í 2015 var svartkjafturin aftur eitt av høvuðsfiskasløgunum hjá skipunum hjá felagnum, sigur Varðin.