Tað er í løtuni onki, sum bendir á, at prísurin á makreli, svartkjafti og øðrum uppsjóvarfiski fer at hækka aftur.
Prísurin er rapaður í botn seinasta hálva árið og tað tykist sum um hann verður liggjandi har niðri.
Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, sigur, at prísurin er komin á botn, og hann fer ikki longur niður
Men hinvegin er tað onki, sum týðir uppá, at hann fer nakað serligt uppaftur. Avleiðingin av tí stóra prísfallinum er, at samlaði føroyski útflutningurin av uppsjóvarfiski fer at verða einar 200 milliónir lægri í ár, enn hann var í fjør.
Stjórin á Havsbrún sigur, at runt roknað er prísurin nú bara ein triðingur av tí, sum hann var, tá ið hann var í hæddini.
? Eitt nú keyptu vit tann størsta makrelin fyri 15 krónur kilo, tá ið hann var uppá tað besta. Nú er prísurin ikki meiri enn 5 kr.
Fisk til ídnað, eitt nú sild, keyptu vit fyri 1,50, men hann er farin at nærkast 50 oyru fyri kilo nú.
Men Bergur Poulsen sigur at tað er ikki óvæntað, at prísurin er lopin so nógv upp og niður í seinastuni, tí umstøðurnar hava verið heilt óvanligar
? Vit hava sæð hetta fyrr. Frammanundan var prísirin so ómetaliga høgur, so eitt prísfall var altíð væntandi nú, sigur hann
Hann sigur, at fyrst var tað veðurlagsfyribrigdi El Nino, sum elvdi til, at tann stóri suðuramerikanski fiskiskapurin eftir uppsjóvarfiski minkaðu heilt nógv.
? Tað gjørdi, at uppsjóvarfiskur bleiv trotvøra, og tí fór prísurin upp.
? Men nú er hesin fiskiskapurin við at mennast aftur.
? Men samstundis hevur kreppan í Asia og Russlandi gjørt, at teir marknaðirnir har eru viknaðir heilt munandi.
Og tað hevur so alt samalt elvt til, at prísurin er fallin so nógv í seinastuni, sigur Bergur Poulsen.