Prát: Besta kvinnudeildin í hondbólti í dag

Suðuri í Vági vann Stjørnan 23-18 á VB. VB var annars á odda 11-9 í steðginum.

 

Venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein fegnaðist um, at spælararnir hjá honum hildu avtalurnar í seinna hálvleiki, og at tað eydnaðist Stjørnuni at lyfta seg eitt lítið vet úr botninum, og koma frá tveimum uppá fýra stig. Eisini sæð í ljósinum av, at fleiri lyklaspælarar hjá Stjørnuni manglaðu í dag.

 

Guðrið Mortensen hjá VB harmaðist um, at tað ikki eydnaðist teimum at leggja sjógv millum VB og botnliðini við einum heimasigri í dag. Hon helt tó, at liðið vísti góðan moral í fyrra hálvleiki, tá tær vendu 1-5 til eina 11-9 hálvleiksleiðslu.

 

Randi Wardum hjá Kyndli heldur, at kyndlakvinnur høvdu gott tamarhald á støðuni, tá tær vunnu 24-20 á StÍF í høllini á Skála.

 

Tað ber til at hoyra prátini við Svein Rógva Nielsen Ljósstein, Guðrið Mortensen og Randi Wardum undir greinini her.