Prátið er tagnað

Síðani nýggi venjarin tók við í Klaksvík, er alt heimasíðu fótbóltsprát hildið uppat, nú klaksvíkingar ímóti væl trimmaða AB skulu royna bjargingarlínuna

Fótbóltur

 

Tað eru nýggjar fótbóltstíðir í Klaksvík. Uppleggið til týdningarmikla dystin ímóti AB er øðrvísi, enn tað hevur verið. Einki undarligt er í tí, tí nú er tað Petur Mohr, sum hevur ábyrgdina. Hann plagar at spæla mann ímóti manni á miðvøllinum, og hann plagar ikki at dáma, at tað verður nógv tosað á heimasíðum.

Síðani Petur Mohr fyrst í hesi vikuni tók ábyrgdina av venja KÍ á seg, hava ongar viðmerkingar verið at sæð á heimasíðuni hjá Norðlýsinum og øðrum heimasíðum, har nógv prát plagar at vera um KÍ.

Hjá klaksvíkingur er tað mest sum ein spurningur um lív ella deyð. Oddmar á Lakjuni er hesa ferð leikbannaður. Álopsspælarin Páll Klettskarð er farin av landinum í skúlaørindum, og hann verður neyvan við aftur í ár.

Tá ið KÍ síðstu sunnudag tapti í Gundadali ímóti B36 vóru tríggir spælarar leikbannaðir. John Hammer, Høgni Madsen og Stefan Kalsø eru allir tøkir aftur. Todi Jónsson hevur verið á flatlondum í vikuni, men hann verður tøkur ímóti AB.

- Hóast vit eru kroystir, so er lagið gott. Vit royna at savna okkum um uppgávuna, og hóast tað ikki hilnaðist so væl ímóti B36, so fara vit við góðum treysti at stríðast fyri søkini, nú AB kemur at vitja, verður sagt úr Klaksvík.

Tað hevur seinastu vikurnar gingið sum eftir ánni hjá AB. Í fimm teimum seinastu umførunum hevur AB vunnið fýra ferðir, og eina ferð hevur tað verið javnt. Harvið er AB tað liðið, sum burtur úr hesum fimm umførunum hevur vunnið størri úrtøku enn nakað annað lið hevur vunnið.

AB er komið undan niðurflytingini. Nú er teinurin styttri ímóti heiðursmerkjunum, enn hann er tað ímóti botninum. So hóast AB er komið undan niðurflytingarhóttanin, so verður spennani at síggja, hvussa tað nú fer at hilnast.

- Vit savna okkum um okkara dystir. Ímóti ÍF var úrslitið 4-2, og tá var hugaligt at síggja, hvussu væl spælararnir arbeiddu alla tíðina, og hvussu ÍF varð stressað, sigur John Petersen, sum er annar av venjarunum, við AB heimasíðuna.

Alex Mellemgaard er framvegis skaddur, men eftir at hann hevur fingið skurðviðgerð fyri menisk, so er tað farið at ganga rætta vegin. Annars er kappingin um plássini ógvuliga stór á Argjum.