2. páskadag, mánadagin 28 mars kl. 15:00, verður altjóða guðstænasta í Havnar kirkju. Guðstænastan fylgir sama leisti sum ein føroysk hámessa, men til hesa guðstænastu verður øll liturgiin á enskum.
Kendir enskir sálmar verða sungnir og prædikað verða á enskum. Havstein Klein, prestur, prædikar. Eisini verður ein løta sett av til kvirru og djúphugsni. Eftir guðstænastuna er øll boðin til ein drekkamunn í Arnes Minde.
Fólkakirkjan hevur fyri stuttum sett eina Integratiónsnevnd á stovn, mannað við prestunum Marjuni Lómaklett, forkvinnu, Havstein Klein og Mariu Jørðdal Niclasen.
Henda hevur til endamáls, m.a. at skipa fyri altjóða guðstænastum, soleiðis, at tey, sum her búgva, men enn ikki duga føroyska málið, ella vitjandi annars, kunnu koma í kirkju at hoyra gleðiboðskapin boðaðan.