Prædikan sum Jógvan Fríðriksson helt í Sjóvar kirkju páskadag

»Á tí degi verður hvørki hiti, kuldi ella frost; tað verður dagur uttan íhald ? dagur, sum er Harranum kunnur ? nátt og dagur skulu ikki skifta; og eisini um kvøldið skal vera ljóst«. (Zakarja 14,6?7)

»Á tí degi verður hvørki hiti, kuldi ella frost; tað verður dagur uttan íhald ? dagur, sum er Harranum kunnur ? nátt og dagur skulu ikki skifta; og eisini um kvøldið skal vera ljóst«. (Zakarja 14,6?7)


Spakuliga og við veikari rødd ljóða orðini: »Gleðiligar páskir«. Vit kenna tað rætt at bera hvørjum øðrum hesa kristnu heilsan. Á hesum sinni verður hon borin við sorgblídni. Mitt í gleðini um uppreisn av deyða kennist sorgartám, og vit skoða vónina um ævigt lív við vátum eygum. Vit sakna, syrgja og gráta. Og tað eru løtur, har páskasólin hevur torført við at treingja ígjøgnum skýggini.

Tað var eisini ein dapur dagur, hina ferðina myrkur legðist um alt landið líka frá miðdegi og til nóns. Sólin myrknaði hin langa fríggjadag, tá Jesus varð krossfestur. Tað sá myrkt út, og vónarlogin var veikur. Lívið var av, og so var ikki meira.

Leygardagur kom og sorgin var hin sama. Sorg lekist ikki eftir einum døgni. Týdningarmikið er tað, at vit tosa um tað, ið viðurferst. Orð eru sálarbót, ? tár eru heilsubót. Vit mega bróta tøgnina, og lata tárini renna. Vit mega fáa luft og lata sorgina renna úr hjartanum. So hvørt vit gráta lætnar, sjálvt um ein leygardagur eftir langan fríggjadag kann tykjast drúgvur.

Viðhvørt varir sorgin nógvar dagar, kanska ár. Týdningarmikið er at taka sær stundir at syrgja. Vit mega ikki flýggja undan sorgini, men júst í sórgini minnast teir farnu við tøkk og virðing. Og tá vit minnast teir farnu líkasum lýsnar eitt sindur. Tað var so nógv gott. Tað var so vælsignað. Og tað góða er altíð gott, sjálvt um bæði løtan og persónurin eru farin. Tað góða hevur ævigt virði og livir víðari í vøkrum minni og tøkklæti.

Tíðliga sunnumorgunin um sólarris komu nakrar kvinnur út til Jesu grøv. Tær syrgdu hin deyða, og ætlaðu at minnast Meistaran Jesus. Vísa honum hin seinasta heiðurin og salva likam hansara.

Tær stúrdu fyri løtuni og tosaðu sínámillum um, hvør skuldi velta hin stóra steinin frá grøvini. Tað tyktist alt so svart og ógjørligt, tí ein stórur steinur var settur fyri inngongdina til grøvina.

Tá kvinnurnar komu út til grøv Jesu, funnu tær steinin veltan frá grøvini. Harrans eingil bar teimum gleðiboðini: »Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann«. (Markus 16,6).

Síðani tá hevur evangeli-ið um hina tómu grøvina ljóðað. Gleðiboð til syrgjandi hjørtu. Grøv Jesu var tóm, hann er risin upp til ævigt at liva. Jesus Kristus er risin upp av deyða og grøv. Sum hin upprisni hevur hann vunnið sigur á deyðanum. Sjálvt um deyðans hond kennist køld og óunnilig, ja er ræðulig, so eigur deyðin ikki seinasta orðið.

Vegna Jesus Kristus og fullgjørt verk á Golgata krossi fingu vit fyrigeving syndanna og lut í Guðs náði. Jesu deyði er ein deyði í stað okkara, og uppreisn hansara veitir okkum ævigt lív. So sum apostulin sigur: »Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur. Tí at við tað at deyðin kom við eini menniskju, kemur eisini uppreisn av deyðum við eini menniskju«. (1. Kor. 15,20f).

Tað eru hesi gleðiboðini vit prædika, nú hósdagurin 2. apríl gjørdist til ein langan fríggjadag. Tímar í tøgn og vón. Tímar í bøn og ótta. Langir tímar, til sólin reis í eystri. Vit vónaðu at dagslýsið gav okkum menninar aftur. Men dagurin var óhugnaliga langur og samstundis alt ov stuttur, tí kvøldið kom við myrkri og staðfesti óttan. Tað var vetur og kalt, og einki sást, sum bar boð í bý. Og vit byrjaðu at hugsa, at Norðhavið gjørdist váta grøvin hjá vinum okkara.

Langir dagar, og 8 dagar seinni langafríggjadagur. Langir dagar, og í dag er páskadagur, minningardagurin fyri uppreisn Jesu Krist av deyða. Hann er upprisin Jesus Kristus og er ein livandi frelsari. Hann er upprisin, sjálvt um deyðin enn vitjar. Sum hin upprisni gevur hann deyðiligum lut í einum ævigum lívi, ? hinum himmalska og fullkomna.

Í dag, dagin fyri uppreisn Jesu, minnast vit teir fimm, ið fórust við Sjóborgini. Vit minnas teir sum livandi og farnar. Vit minnast teir við tøkk, og vit syrgja burturveru teirra sáran. Men vit minnast teir eisini við vón, ? hini kristnu uppreisnarvónini. Vit trúgva, at vit heima í dýrdini síggja okkara kæru aftur. Vit trúgva, at vit vegna Jesus Kristus fáa lut í ævinnar himmalska ríki. At bæði jørðin og havið mega lata tey frá sær, ið løgdust til hvíldar. Vit minnast við tøkk og takka, at vit eiga vónina og vissuna um uppreisn likamsins og ævigt lív. At vit síggjast aftur til tess aldrin at skiljast.

Apostulin orðar hesa vónina soleiðis: »Og til eru himmalsk likam og jørðisk likam; men ein er dýrdin hjá hinum himmalsku, og onnur hjá hini jørðisku. ? Ein er ljómi sólarinnar, og annar er ljómi mánans og annar ljómi stjarnanna; tí at stjørna brýtur av frá stjørnu í ljóma. ? Soleiðis er tað eisini við uppreisnini av deyðum. Tað verður sáað forgongiligt, men rísur upp óforgongiligt. ? Tað verður sáað í vanvirðu, men rísur upp í dýrd; tað verður sáað í veikleika, men rísur upp í styrkleika.« (1. Kor. 1540-43).

Hendan kristna vónin varð borin mær um dagarnar, nú vit syrgja og minnast teir fimm, ið fórust við Sjóborgini. Ein uppilagdur skipari, ið hevur fiskað nógv ár í somu vinnu, bar mær orðini frá Zakarja profeti. Orðini eru vónrík og siga frá degi Harrans og hini himmalsku sælu, at heima hjá Guði er hvør ein løta unnilig og friðsæl.

»Á tí degi verður hvørki hiti, kuldi ella frost; tað verður dagur uttan íhald ? dagur, sum er Harranum kunnur ? nátt og dagur skulu ikki skifta; og eisini um kvøldið skal vera ljóst«. (Zakarja 14,6?7).


Við trúarvissu og vón um ævigt lív

at vit síggjast aftur í Guðs ríki.

Við tøkk fyri tíðina á jørðini,

góðar dagar í starvi á sjógvi og landi,

góðar og unniligar løtur í heimalívi og frítíð,


vilja vit reisast og minnast manningina á Sjóborgini:


Tonny Thomsen,

Hannus Thomsen,

Símun Pauli á Fríðriksmørk,

Hilbert Funn,

Atli Bjartisson Hansen,


Vit lýsa Guðs frið yvir minni teirra. Amen.