Praktiskur og kvikur stationcar og "off-roadari"

Subaru Forester, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1998, er nú komin í eini heilt nýggjari útgávu. Í eini amerikanskari test av 12 líknandi bilum fekk Forester besta karakterin

Subaru leggja seg ikki so nógv eftir at vera sum aðrir bilar, teir satsa uppá sínar egnu boxermotorar og fýrahjólsdrift, samstundis sum teir eru kendir fyri sínar dygdir sum sera álítandi og slitsterkir bilar.
Søgan hjá Subaru í Japan minnir nakað um søguna hjá svensku Saab verksmiðjuni, báðar byrjaðu sum flogverksmiðjur. Søgan hjá Subaru byrjar í 1917 tá japanarin, Chikuhei Nakajima, stovnar sína egnu fyritøku sum eftir nøkrum árum bleiv størsta flogverksmiðja í Japan.
Í 1946 gjørdu Subaru sín fyrsta skutara, og í 1954 bleiv tann fyrsti bilurin sýndur fram fyri almenninginum. Síðan 1972 hava teir spesialiserað seg í fýrahjólsdrivnum bilum.
Besta IIHS karakter

Subaru Forester kom fyrstu ferð á marknaðin í 1998. Forester er ein stationcar við somu eginleikum sum ein "off-roadari". Koyrieginleikarnir eru fult á hædd við nútímans persónbilar, samstundis sum bilurin hevur allar eginleikarnar hjá ein "off-roadara", tá brúk er fyri tí. Í Turbo-útgávuni við 177 hk er Forester ein sera kvikur og lætt koyrdur bilur.

Í eini amerikanskari krasj-test hjá IIHS (Insurance Institute for Highway Safety), fekk Subaru Forester besta karakterin millum 12 aðrar líknandi bilar.

Forester hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir sum t.d. aktivar nakkapútur, ið stuðla høvdið og nakkan, um bilurin verður ákoyrdur aftanífrá.
Eisini er bilurin gjørdur soleiðis, at motorhjálmurin og viskararnir geva eftir fyri at skaða minst møguligt, um ein fótgangari verður ákoyrdur.

Forester er ein miðalhøgur bilur at seta seg inn í. Instrumentborðið er einkult og smart við alu-look í miðjuni og gardanboksini. Smá rúm og hillar eru allastaðni, sum t.d. í gardanboksini, oman á instrumentborðinum, uppi undir loftinum og í hurðapanelinum. 12 volt stikkari er í gardanboksini og í viðførisrúminum. Sum standarútgerð hevur bilurin t.d. airbag framman og í síðunum, klimaanlegg, permanent fýrahjólsdrift (AWD), alufelgur, cruise controll, CD anlegg, fjarstýrt sentrallás, tokulyktir, hita í setrunum, takboylar, og skivubremsur framman og aftan. Prísirnir byrja frá kr. 304.800.



Subaru Forester 2,0 PQ AWD Turbo

Motorurin2,0 litur 4. syl. boxermotor 177 hk

0-100 km/t8,8 sek

Bensinnýtsla 12,8 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd205/70-15

Stødd og vekt
Longd445,0 cm
Breidd173,5cm
Hædd159,0 cm
Eginvekt1485 kg
Viðførisrúm387 litrar
Garanti3 ár / 100.000 km

Prísurkr. 343.800,-

SøluumboðP/F D.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel. 310600