Premier League bannar sponsoravtalum við eigarar

Kappingarneytar vilja forða fyri, at Newcastle ger órímuliga góðar sponsoravtalur við nýggju ovurríku eigararnar

 

Nógvir Newcastle-fjepparar høvdu latið seg í til dystin ímóti Tottenham um vikuskiftið. Tað var fyrsti heimadystur hjá Newcastle, eftir at felagið hevði fingið nýggjar eigarar. - Foto: Simon Bellis/Ritzau Scanpix

Saudiarabiska yvirtøkan av Premier League-felagnum Newcastle fær kappingarneytar at óttast, at enska felagið fer at fáa serliga stóra fíggjarætlan í framtíðina frá sínum ovurríku eigarum.

Tí samtyktir Premier League-feløgnini í gjár á kreppufundi eitt uppskot, sum forðar fyri at feløg kunnu gera sponsoravtalur ella aðrar handilsligar avtalur við feløg, sum hava beinleiðis samband til eigararnar í einum Premier League-felag.

Í fyrstu syftu er avtalan galdandi í ein mánað. Hesa tíðina skal kannast, um avtalan kann gerast varandi.

Tað skriva The Guardian og Sky Sport, sum vanliga eru vælvitandi. Miðlarnir skriva, at 18 av 20 Premier League-feløgum stuðlaðu uppskotinum.

Mancester City – hvørs eigarar eru úr Sameindu Arabisku Emiratunum – atkvøddu ikki, meðan Newcastle sum væntað atkvøddi ímóti. Advokatarnir hjá Newcastle hava mett, at ein slík avtala er ólóglig.

Kappingarneytarnir óttast, at Newcastle fer at kunna gera sponsoravtalur á einum støði, sum liggur langt oman fyri veruligu virðini. Á tann hátt kann felagið fáa nógvar pengar, sum kunnu brúkast til spælarakeyp og lønir.

Um so verður fer Newcastle samstundis at halda fíggjarligu fairplayreglarnar, tí felagið sjálvt skapar inntøkurnar.

Tað er saudiarabiski íløgugrunnurin PIF, sum hevur yvirtikið meirilutan av partabrøvuum í Newcastle. Tað er saudiarabiski krúnprinsur Mohammad bin Salman, sum hevur valdið í grunninum, sum hevur sera nógvar pengar. PIF verður mett at hava eitt virði upp á 2,5 billiónir krónur.

/ritzau/

 

Nógvir Newcastle-fjepparar høvdu latið seg í til dystin ímóti Tottenham um vikuskiftið. Tað var fyrsti heimadystur hjá Newcastle, eftir at felagið hevði fingið nýggjar eigarar. - Foto: Simon Bellis/Ritzau Scanpix