Premier League: Enn ein venjari koyrdur

Koyrdur eftir bara 85 dagar í starvinum

Swansea hevur koyrt venjaran Bob Bradley, eftir bara 85 dagar í starvinum. Swansea tapti í gjár 4-1 fyri West Ham og liggur fýra stig undir niðurflytingarstrikuni.

 

Les eisini: Alan Pardew koyrdur

 

Bob Bradley, sum er fyrsti amerikanski venjarin í Premier League, tók við eftir Francesco Guidolin, sum bleiv koyrdur 3. oktober í ár.

 

Í ellivu dystum hevur Swansea tapt sjey undir leiðslu av Bob Bradley. Fyri jól bleiv Alan Pardew koyrdur í Crystal Palace. Har hevur fyrrverandi enski landsliðsvenjarin, Sam Allerdyce, tikið yvir.