Flytingarvindeygað letur aftur klokkan 23 í kvøld og vit fylgja gongdini seinasta hálva tíman.
01:05: Swansea hevur keypt Chris Obeng frá Wrexham. Hann skifti saman við Adrian Cieslewicz frá Manchester City til Wrexham. Hann er høgri bakkur og spældi flesti dystirnar fyri Wrexham aftanfyri Adrian á høgra vongi. Venjarin hjá Swansea, Brendan Rogers, var til dystin tá Wrexham tapti upp á brotssparkskapping móti Brighton í FA Cup.
24:01: Sky Sports og BBC vátta at Steven Pienaar verður útleigaður til Everton frá Tottenham.
24:00: Roman Pavlyuchenko er seldur til Lokomotiv Moskova frá Tottenham
23:45: Keldur hjá portalinum siga, at Steven Pienaar verður at síggja í Everton troyggjuni restina av kappingarárinum. Talan er um ein leigu sáttmála.
23:26: Søgan um Freddie Ljungberg er tað reina gas vilja keldur verða við! Wolverhampton hevur leigað Tottenham verjuleikaran, Sebastien Bassong.
23:00: Flytingarvindeygað er nú latið aftur og fyribils er talan ikki um tær stóru flytingarnar í mun til í fjør, tá millum annað Fernando Torres, David Luiz og Andy Carroll skiftu feløg fyri áleið eina milliard krónir.
22:58: Bara tveir minuttir eftir, men ongar heilt stórar søgur eru úti í løtuni. Onkur vil verða við, at Freddie Ljungberg er á veg til MK Dons.
22:50: Ravel Morrison hevur skift frá Manchester United til West Ham. Hann vildi ikki skriva nýggjan sáttmála við og Sir Alex Ferguson metti, at lønarkravið hjá honum var ov høgt. Manchester United hevur eisini leigað Oliver Norwood út til Coventry fyri restina av kappingarárinum. Hann er norðuríri og spældi við móti føroyska U-21 landsliðnum í Gundadali.
22:46: Carlos Tevez sikftir ikki til eitt annað felag í Premier League. Tað siga umboð fyri Carlos Tevez við Sky Sports. Teir vísa tó á, at flytingarvindeygað framvegis er opið í Russlandi og Suðuramerika aftaná í dag. Tí kundi verið líkt til framherjin úr argentina skiftir frá Manchester City til antin okkurt lið í Russlandi ella Suðuramerika.
22:42: Sky Sport sigur seg vita, at Bobby Zamora er klárur fyri Queen's Park Rangers. Hann skiftir frá Fulham fyri á leið 60 milliónir krónur. Fyrr í dag tryggjaði felagið sær eisini Djibril Cisse, sum verður við tá QPR spælir í morgin.
22:35: Harry Redknapp sigur at hann vil hava Louis Saha til felagið frá Everton. Tað tykist sannlíkt, tí Everton hevur tryggja sær Nikica Jelavic frá Rangers. Harry Redknapp segði eisini, at Everton vil hava Steven Pienaar frá Tottenham upp á ein leigu sáttmála fyri restina av kappingarárinum. Tottenham vennjarin segði tó, at hann hevði góðtikið ein slíkan handil, um hann hevði fingið Milos Krasic frá Juventus. Tann flytining verður av ongum
At endaði segði Harry Redknapp, at Roman Pavlychenko er ávegis til eitt felag í Russlandi.
22.27: Manchester City hevur leigað David Pizzaro frá AS Roma restina av kappingarárinum.
Premeir League søgur frá fyrr í dag:
Premier League flytingar
West Ham er í holt við at keypa Manchester United talet, Chelsea hevur keypt ungan leikara úr Belgia, Djibril Cisse er aftur í Onglandi og er Tottenham í ferð við at keypa ein leikara, sum so seint sum í dag skal spæla móti teimum.
Flytingarvindeygað letur aftur í kvøld klokkan 23, umframt at fimm dystir eru á skránni. Tí eru allir fótbóltsmiðlar á gosi við søgum um møguligar flytingar.
Sky Sports veit at siga, at evnaríki Manchester United leikarin, Ravel Morrison, í hesi løtu er í West Ham fyri at skriva sáttmála við London felagið. Ravel Morrison vil ikki skriva nýggjan sáttmála við Manchester United og Sir Alex Ferguson hevur alment sagt, at lønarkravið hjá ungan leikarunum er ov høgt.
Sky Sports veit eisini at siga, at Chelsea hevur keypt 20-ára gamla Kevin de Bruyne. Hann skiftir til felagið frá Racing Genk, sum var í bólki saman við Chelsea í Champions League í ár. Sky Sports vil verða við, at Chelsea hevur leingi verið áhugaðir í belgiska vonginum. Prísurin verður mettur at verða um 60-90 milliónir krónur. Hann verður fyribils útleigaður aftur til Racing Genk restina av kappingarárinum.
Fyrrverandi Liverpool framherjin, Djibril Cisse, verður aftur at finna í Premier League. Hann skiftur sambært bretskum miðlum til Queens Park Rangers frá italska Lazio. Fraklendingurin er eftir hondini blivin 30-ára gamal.
Mark Hughes, venjari hjá QPR, segði eisini á tíðindafundi í gjár, at felagið fer at keypa Blackburn miðverjan, Christopher Samba, hóast hesin hevur alment sagt, at hann vil vekk úr felagnum.
Er tað møguligt at Hugo Rodallega í kvøld spælir móti Tottenham, fyri síðani at far av vøllinum og skriva sáttmála við mótstøðuliðið? Well, tann spurningin spyr Sky Sports eisini, sum sigur seg vita, at tað er áhugi fyri Wigan framherjanum í Tottenham.
Talan er í um sera hendingaríkan dag fyri Tottenham venjaran, Harry Redknapp. Hann er í rættinum skuldsettur fyri skattasvik, skal seinni standa á odda fyri Tottenham í dystinum móti Wigan, umframt at flytingarvindeygað letur aftur klokkan 23.
Manchester City hevur einar tveir leikarar í hópnum, sum eru dýrir í løn, men ikki sleppa at spæla so nógv. Ein teirra er Wayne Bridge, sum sigst verða á veg til Sunderland fyri restina av hesum kappingarárinum.
Hin er Carlos tevez, sum fleiri miðlar royna at seta í samband við Liverpool, men felagið avsannar at nakað er um søguna.
Roma hevur váttað fyri Sky Sports, at Manchester City eru í samráðingum við David Pizzaro, sum er ein miðvallari úr Kili.
Everton hevur leingi leitað eftir einum framherja og nú tykist greitt, at Nikica Jelavic verður maðurin, ið skal skjóta málini fyri Liverpool felagið. Rangers framherjin er í Liverpool til læknakanning.