Premier League uttan afrikanar

Tá móðirlandið kallar, so má ein fara í hernað fyri fólk og land. Hesa kensluna hava afrikonsku spælarnir í Premier League, og eru nógvir av teimum longu farnir á venjingarlegu, fyri at gera klárt at tørna til fyri land sítt í Africa Cup of Nations, sum verður í Angola í næstum.

 

Chelsea missir heilar fýra spælarar. Ringasti missurin er fílabeinsstrandingurin, Didier Drogba, sum bara í ár hevur skotið 14 mál fyri Chelsea í Premier League. Salomon Kalou stillar eisini upp fyri Fílabeinsstrondina, Michael Essien stillar upp fyri Ghana, og John Obi Mikel stillar upp fyri Nigeria.

 

Í botnstríðnum má Portsmouth verða Nadir Belhadj úr Algeria, Aruna Dindane úr Fílabeinsstrondini og Nwanku Kanu úr Nigeria fyri uttan.

 

Emmanuel Eboué úr Fílabeinsstrondini verður ikki tøkur hjá Arsenal tær komandi vikurnar, og tað verður Alex Song úr Kamerun heldur ikki.

 

Ayegbeni Yakubu úr Nigeria verður ikki tøkur hjá Everton.

 

Emmanuel Adebayor úr Togo hevur verið rættiliga eyðsýndur hjá Manchester City, men hann verður ikki tøkur til báðar hálvfinalurnar í Liga Cup kappingini ímóti Manchester United, og heldur ikki til teir komandi dystirnar í Premier League. Manchester City má eisini síggja burtur frá Kolo Toure, sum eisini stillar upp fyri Fílabeinsstrondina.

 

Røddir hava verið frammi og sagt, at Africa Cup of Nations kann avgera Premier League í ár, men tað mugu tær næstu vikurnar so prógva.