Pengarnir og prestisjan í Premier League veksur alla somlu tíðina, og samstundis gjørdist krøvini um góð úrslit størri og størri. Avleiðingin er, at venjararnir í Premier League halda sera stutt.
Norska TV2 hevur gjørt eitt spennandi yvirlit, sum vísir, at burtursæð frá Arsene Wenger, sum hevur staðið á odda fyri Arsenal síðani 1996, so hevur eingin høvuðsvenjari í Premier League hildið longur enn trý ár. Høvuðsvenjarin, sum hevur hildið næstlongst er Mark Hughes hjá Stoke City. Hann hevur hildið eitt sindur meir enn trý ár higartil.
Her er yvirlitið hjá norska TV2 :
Venjari: | Felag: | Starvssetan: | Ár í felagnum í PL: |
---|---|---|---|
David Moyes | Sunderland | 23. juli 2016 | 2016- |
Mike Phelan (fyribils) | Hull | 22. juli 2016 | 2016- |
Antonio Conte | Chelsea | 3. juli 2016 | 2016- |
Pep Guardiola | Manchester City | 1. juli 2016 | 2016- |
Walter Mazzarri | Watford | 1.juli 2016 | 2016- |
Claude Puel | Southampton | 30. juni 2016 | 2016- |
Ronald Koeman | Everton | 14. juni 2016 | 2016- |
José Mourinho | Manchester United | 27. mai 2016 | 2016- |
Francesco Guidolin | Swansea | 18. januar 2016 | 2016- |
Jürgen Klopp | Liverpool | 8. oktober 2015 | 2015- |
Claudio Ranieri | Leicester | 13. juli 2015 | 2015- |
Slaven Bilic | West Ham | 9. juni 2015 | 2015- |
Alan Pardew | Crystal Palace | 2. januar 2015 | 2015- |
Tony Pulis | West Bromwich | 1. januar 2015 | 2015- |
Mauricio Pochettino | Tottenham | 27. mai 2014 | 2014- |
Aitor Karanka | Middlesbrough | 13. november 2013 | 2016- |
Mark Hughes | Stoke | 30. mai 2013 | 2013- |
Sean Dyche | Burnley | 30. oktober 2012 | 2014-2015, 2016- |
Eddie Howe | Bournemouth | 12. oktober 2012 | 2015- |
Arsène Wenger | Arsenal | 1. oktober 1996 | 1996- |