Prent í Tutl

Í dag letur Petur Prent upp framsýning í Gongini í Havn

Vanligt er, at listafólk sýna fram í handilshølunum hjá Tutl í Gongini í Havn. Har sleppa tey at hava myndir sínar hangandi í einar 4 vikur.

Næstur í røðini av listarfólkum, ið sýna fram í Tutl, er Petur Mikkelsen. Betri kendur er gøtumaðurin sum Petur Prent, eftir at hann í monmg ár starvaðist sum prentari í Havn..

Í dag klokkan 16 letur hann upp framsýning sína í handilshølunum hjá Tutl. Á sýningini eru oljumálningar og linomyndir. Á sýningini hevur Petur Prent 20 myndir við.