Prenta helst aftur longu í morgun

– Tíbetur var eingin eldur, men »bara« ein avbrendur kompresari, sum førdi til royk og hita.

– Tíbetur var eingin eldur, men »bara« ein avbrendur kompresari, sum førdi til royk og hita.

 

Tað sigur Christian Nagata, sum er stjóri á Prentmiðsøðini í Havn.

 

Tað var stutt fyri klokkan 14 í gjár, at sløkkiliðið rykti út til Prentmiðstøðina, tí sjálvvirkandi roykávaringarskipanin var farin í gongd.

 

Tá átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum kom á staðið kendist brendaroykur inni á Prentmiðstøðini, og hann fann skjótt útav, at roykurin kom úr fýrrúminum, og at har var nógvur hiti innan fyri hurðina. Roykkavarar fóru tí inn í fýrrúmið, har teir beinanvegin kundu staðfesta, at eingin eldur var, men at ein sera heitur luftkompressari hevði elvt til royk og hita. Luftkompressarin verður brúktur til prentmaskinurnar.

 

– Vit fóru beinanvegin í gongd við at finna ein nýggjan kompressara, sum vit seta upp í morgun, so vit kunnu prenta Sosialin á middegi, sigur Christian Nagata.

 

Prentmiðstøðin er einasta blaðprentsmiðja í Føroyum. Hon heldur til í bygninginum hjá Eik á Smyrilsvegnum, sum Dimmalætting átti í sínari tíð. Tað eru Nema og Sosialurin, sum eiga Prentmiðstøðina.