Hetta er fyrstu ferð at Føroya Arbeiðsgevarafelag ger avtalu við Føroya Prentarafelag, tí at Føroya Prentsmiðjufelag ikki fyrrenn í vár gjørdist limur í Arbeiðsgevarafelagnum. Partarnir hava havt trý samráðingarumfør, og sambært Vinnuhúsinum hava samráðingarnar gingið væl.
Umframt tillagingar og dagføringar av sáttmálanum inniheldur semjan eftirlønarhækking á 1% 1. mai 2006 og 1% 1. mai 2007. Prentararnir fáa nú eisini ískoyti fyri starvsaldur. Eftir 8 ára starvsaldur hækkar lønin við 0,75 kr. um tíman og eftir 12 ára starvsaldur við 2,00 kr. um tíman afturat. Sáttmálin er galdandi frá 1. mai 2006 til 1. mai 2008, skrivar Vinnuhúsið.