Pressan fer at viðgera Athenu-eldin

Mánakvøldið klokkan 19 skipar nýstovnaða pressufelagið fyri kjakfundi fyri øll miðlafólk um, hvat vit kunnu læra av tí, sum hendi mánanáttina, tá eldur kom í Athenu. Tað er »tilbúgving og kunning«, sum Pressufelagið fer at leggja undir luppin. Í panelinum sita Henrik Weihe Joensen, leiðari á Tilbúgvingarstovni Føroya, Peter Thaysen, politiinspektørur og Kári Durhuus, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, meðan Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting verður orðstýrari.

? Eldurin á Athenu ger spurningin um, hvussu tilbúgving er skipað, og hvussu hon virkar, aktuellan, sigur Jógvan Hugo Gardar, sum er nevndarlimur í Pressufelagnum.

Í sambandi við fleiri av størru vanlukkunum, sum hava rakt Føroyar seinnu árini, so hevur tilbúgvingin, og hennara evnir til at takla støðuna, verið uppi og vent í kjakinum.

? Hvør hevur hvønn leiklut, hvør tekur avgerðir og hvør kunnar?

Og hvønn leiklut hava miðlarnir ? bæði Kringvarp Føroya og teir privatu miðlarnir? Tað er hetta, sum Pressufelagið fer at viðgera á kjakfundinum um tilbúgvingina í Føroyum.

Á fundinum er ætlanin bæði at viðgera tilbúgvingina, og hvussu fólk og miðlar fingu kunning, tá eldur kom í Athenu. Eisini skal hyggjast frameftir fyri at vita, hvat eigur at gerast øðrvísi.