Prestafrúa átti á landsvegi

Hósvíkin fer framvið, og sjúkrabilurin er á veg niðan brekkuna, tá bilurin steðgar. Portørurin rópar, at so er tað nú! Eg leyp afturum, og eg setti meg viðsíðuna av Hallgerð, sum eg havi gjørt hvørja ferð børnini eru borin í heim, sigur Ovi Brim, prestur, um føðingina av fjórða barni teirra í sjúkrabili á veg til Havnar

– Tað gingu bert tveir tímar frá, at eg føldi fyrstu verkirnir, sum eg helt vera plukkverkir, til tað varð so nógv trýst á, at eg visti, at eg ikki megnaði túrin til Havnar. Eg hugsaði tá, at vit máttu fáa eina ljósmóður heim til okkara at taka ímóti barninum. Tá klokkan er á leið hálvgun tólv, ringir Ovi til Havnar, sigur Hallgerð Brim.

– Ja, eg ringi á føðideildina, og eg greiði frá, at vatnið er farið, og vit óivað mugu koma suður til Havnar nakað skjótt. Eg sigi teimum, at Hallgerð fyrr hevur átt rættiliga skjótt. Tey siga síðani, at tey gera klárt til okkum, og at vit bara skulu koma beinaveg. Síðani ganga nakrir fáir minuttir, og so ringi eg aftur, tí Hallgerð kláraði ikki at flyta seg. Ljósmóðurin segði tá, at tey fara koyra ímóti okkum í sjúkrabili. Men fáar minuttir seinni ringir hon aftur og sigur, at ein sjúkrabilur er tøkur í Runavík, og hann er á veg eftir okkum, sigur Ovi Brim frá.

Les alla samrøðuna við Ova og Hallgerð Brim í Vikuskiftis Sosialinum, har tey greiða frá, hvussu tað gekk, tá hon átti fjórða barn teirra á veg til Havnar í sjúkrabili. Sosialurin er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið. Eisini kann kann keypast talgildur her