Prestahjúnini stórtrívast í Todnesi á Sandi

Eftir at hava lisið teologi í Noregi og síðan starvast sum bíbliuskúlalærari í Tansania í fimm ár, gjørdist Havstein Klein tvey ár eftir heimkomuna til Føroyar sóknarpestur í Sandoyar Prestagjaldi. Vit skift orð við prestahjúnin í Todnesi á Sandi, sum hava verið her í níggju ár

Níggju ár eru nú liðin, síðan Havstein Klein tók við embætinum sum sóknarprestur í Sandoyar Prestagjaldi við bústaði í gamla og søguliga prestagarðinum í Todnesi á Sandi.

 

Konan er Beinta Tummasardóttir Klein, ættað úr Miðvági, og børnini eru Elisabet (12), Pætur (14), Lasse (20) og Dina (22).  

 

Umframt at fevna um alla Sandoynna, fevnir Sandoyar Prestagjald eisini um Skúvoy og Stóru Dímun.

 

Havstein er uppkallaður eftir abbanum, Havstein Ellingsgaard, sála, og hann er sonur Lassa og Jóhonnu Klein í Saltangará. Konan, Beinta, er dóttir Dinu og Tummas Lauritsen í Miðvági.

 

Uppí nærmastu familjusøguna hjá prestahjúnunum hoyrir eisini, at sonurin Lasse, sum er giftur, eigur fýra mánaðar gamla Eiler, og soleiðis eru hjúnini í Todnesi eisini abbi og omma.

 

##med2##

 

Tíðin rennur skjótt

 

Á prestagarðinum í dag eru nú hjúnini og tey bæði yngru børnini, Elisabet og Pætur. Lasse lærir til kokk í Danmark og Dina, sum gongur á bíbliuskúla í Noregi, er í løtuni í Kenja, sum partur av skúlanum í Noregi.

 

Hetta kvøldið í vikuni, tá vit hittu fyrikomandi hjúnini í Todnesi, skiltist skjótt, at tey kenna tað, sum tíðin er flogin avstað, síðan Havstein tók við prestaembætinum í kirkjusóknini, og Beinta tók við starvinum sum sjúkrarøktarfrøðingur í økistænastuni í Sandoynni.

 

- Vit komu her í desember í 2014. Tá vóru yngru børnini smá; nú eru bæði tey eldru vaksin, og tey yngru eru væl á veg. Tað tekur tíð at læra fólk at kenna, men vit eru sera væl móttikin í Sandoynni, og vit trívast væl.

 

Tað sigur Havstein Klein, sum vísir á, at hesi árini hava tey havt børn í bæði í barnagarði, barnaskúla og í framhaldsskúlanum Inni í Dal, og tey eru væl móttikin allastaðni og hava alt gott at bera fólkinum í sóknini.

 

Beinta Tummasardóttir Klein leggur aftrat, at henni dámar væl í økistænastuni, og hon var hin fyrra av teimum báðum til setanarsamrøðu um starv í oynni.

 

- Tá eg var til samrøðu um starvið, gjørdi eg vart við, at treytin fyri at taka við starvinum, um tað stóð mær í boði, var, at maðurin eisini fekk prestastarvið, sum hann hevði søkt, sigur hon brosandi.

 

Hon vísir á, at tey um hetta mundið búðu í Miðvági, samstundis sum Havstein virkaði sum vikarprestur í Fuglafirði frá januar til november í 2014. Tey vildu ikki flyta til Fuglafjarðar við børnunum, tí tey vistu, at tey helst fóru at flyta onkra aðrastaðni, tá Havstein vónandi fór at fáa fast starv sum sóknarprestur.

 

##med3##

 

Broytingin kom higar

 

Havstein Klein ásannar, at tað verður ein stór broyting við Sandoyartunlinum, sum nú er ein veruleiki.

 

Sjálvsagt fer tunnilin at gera tað nógv lættari hjá teimum at ferðast millum økini og vitja familjuna í Eysturoy og Vágum, eins og tað verður høgligari hjá familjuni, sum býr aðrastaðni, at vitja í Sandoynni.

 

- Hesi árini, vit hava verið her, hava vit ongantíð umhugsað at flyta úr oynni aftur, og nú tunnilin er komin, verður tað so slett ikki neyðugt. Nú kunnu vit siga, at broytingin er komin til okkara við tunlinum.

 

Tá Havstein fer at vitja síni foreldur í Saltangará, kann hann nú koyra ein fittan part av teininum gjøgnum tunlar, tí nú liggja tveir undirsjóvartunlar millum hann og foreldrini, og skjótt kemur eisini Húsareynstunnilin í Havn.

 

Sama er við konuni, tá hon hevur hug at vitja síni foreldur í Miðvági. Tá koyrir hon eisini gjøgnum tveir undirsjóvartunlar.

 

- Tá Húsareynstunnilin eisini er komin, sum partur av nýggja innkomuvegnum í Havn, verður ein stórur partur av farleiðini heim til foreldrini í Saltangará gjøgnum tunlar, sigur Havstein Klein brosandi.

 

##med4##

 

Hava búð ymsastaðni

 

Prestahjúnini eru samd um, at har børnini trívast, trívist familjan eisini.

 

Síðan tey giftust í 1999, hava tey búð ymsastaðni. Tey fóru bæði til Noregs at lesa í 2000, og meðan tey lósu - hann teologi og hon sjúkrarøktarfrøði - komu tey bæði fyrstu børnini, Dina og Lassi.

 

- Eg haldi, at tað riggaði væl, at fyrstu børnini komu, meðan vit lósu. Tað ráddi bara um at skipa seg væl, og eg dugi ikki at minnast, at tað var nakar trupulleiki, tvørturímóti, sigur Havstein.

 

Eftir at Beinta var vorðin sjúkrarøktarfrøðingur og Havstein gudfrøðingur, flutti familjan niður til Tansania, har Havstein fór at undirvísa á einum norskum bíbliuskúla, sum hevði tilknýti til ein annan skúla í Nairobi í Kenja.

 

Tey vóru eisini javnan í Kenja, meðan tey í heili fimm ár búðu í Tansania.

 

- Hetta var ein bíbliuskúli fyri afrikanarar, og eg starvaðist sum bíbliskúlalærari og undirvísti á skúlanum. Vit vóru tríggir lærarar. Umframt eg sjálvur, var eisini ein norðmaður og ein afrikanari lærarar á skúlanum.

 

Havstein vísir á, at tað er lutherska kirkjan í Tansania, sum stendur aftanfyri skúlan og tey, sum gingu til undirvísing, vóru eitt nú deknar, kirkjutænarar og onnur.

 

- Vit trivust sera væl í Tansania, og her høvdu vit sum familja nøkur sera góð ár. Her var einki at fara til um kvøldarnar, og vit høvdu nógva tíð at vera saman sum familja. Vit ferðaðust eisini út til bygdir, og her gistu vit eitt nú í smáttum. Hesi árini fara at liva í okkara minni fyri lívið, sigur hann.

 

##med5##

 

Fyrst á málskúla

 

Men, tað var ikki bara sum at siga tað at koma niður til Tansania.

 

- Vit byrjaðu við at fara á málskúla í Iringa mitt í Tansania í 16 vikur, og tað var felagsskapurin, vit arbeiddu fyri, sum skipaði fyri skeiðinum. Málið skuldi lærast so mikið væl, at vit kundu samskifta í okkara arbeiði á bíbliuskúlanum. Hetta var hart arbeiði, og her var nógv at læra. Konan og eg lærdu málið rættiliga væl, og børnini lærdu tað serliga av øðrum børnum, tí afrikansku børnini dugdu ikki enskt.

 

Havstein Klein vísir á, at swahili, sum málið verður rópt, er meginmálið í eystara part av Afrika, og málið verður brúkt víða um í fleiri londum um hesar leiðir.

 

- Vit kunnu siga, at hetta er eitt konstruerað mál við orðum úr fleiri ymiskum málum, eitt nú týskum, enskum og arabiskum. Í Tansania eru fleiri stammumál, og eg haldi, at swahili er ein orsøkin til, at friður er í økinum, tí málið ger, at fólk eisini hava eitt felagsmál og soleiðis skilja tey hvønn annan, sigur hann.

 

##med6##

 

Tíðin komin at flyta

 

Hjúnini, sum seinastu árini hava myndað prestagarðin í Todnesi og soleiðis Sandoyar Prestagjald, fluttu heimaftur til Føroya úr Tansania í 2012, og tey vóru í Føroyum í tvey ár, áðrenn tey fingu starv og endaðu í Sandoynni.

 

- Hóast vit trivust ómetaliga væl í Tansania, hildu vit, at tíðin var komin at flyta heimaftur, tá elsta barnið var vorðið 11 ár, sigur Beinta Tummasardóttir Klein, sum er sera fegin um, at familjan endaði í Sandoynni.

 

Sum eitt stuttligt ískoyti til hesa grein, sigur Havstein Klein, at tey á jólum í 2021 vitjaðu aftur í Tansania.

 

- Tá hendi tað, at afrikanarin, sum átti at prædika 2. jóladag og áður hevði verið næmingur hjá mær á bíbliuskúlanum, vildi hava meg at hava prædikuna henda dagin. Hóast níggju ár vóru liðin, síðan vit vóru farin úr Tansania, og eg var ófyririekaður til prædikuna, men kendi tekstin til dagin, gekk tað eftir umstøðunum væl, og øll skiltu tað, eg hevði at bera fram við hetta høvið.

 

Sum vit nevndu tíðliga í greinini, er 22 ára gamla dóttirin, Dina, í løtuni í Afrika í samband við bíbliuskúlan í Noregi.

 

- Á jólum er hon í Kenja, og her er hon í góðum felagsskapi. Hon stórtrívist, og hon følir tað eitt sindur sum at koma heimaftur, tí hon var nógvar ferðir í Nairobi, meðan vit búðu í Afrika. Í januar fer Dina so eisini at vitja í Tansania, og tá sleppur hon eisini at síggja húsini, har vit búði hesi árini, sigur hann.

 

Meðan vit práta í prestagarðinum í Todnesi, og eg fái gott kaffi og køkur frá prestahjúnunum, sigur Havstein Klein nøkur orð um, hvat hevur verið og verður á skránni í kirkjusóknini, nú jólini stunda til, og her skilst skjótt, at prestur hevur rættiliga nógv um at gera.

 

- Men mær dámar hetta arbeiði sera væl, og eg kenni tað sum eitt kall at vera prestur í sóknin. Vit lósu bæði í Noregi, og búðu síðan í Tansania, har vit noyddust at læra um mentan og ymiskt annað í einum so øðrvísi landi. Tá vit komu í Sandoynna, komu vit eisini til eina í okkara verð ókenda oyggj, men soleiðis er tað ikki longur. Vit elska okkara arbeiði, og vit stórtrívast millum fólkið her í sóknini, sigur Havstein Klein at enda.

 

Beinta Tummasardóttir Klein leggur aftrat, at tað at vera gift einum presti, eftir hennara tykki er eitt kall í sær sjálvum.

 

- Mær dámar væl at vera við og taka eina hond í, eitt nú í sunnudagsskúlanum, og onkuntíð eri eg teknikari hjá manni mínum, sigur hon brosandi.