Prestar hava eisini talufrælsi

Prestar hava sama rætt at siga sína meining sum onnur. Hetta staðfestir Hans Jacob Joensen, bispur, sum ikki hevur nakra viðmerking til orðini hjá Ólavi Rasmussen um, at ein uppgerð er neyðug í Fólkakirkjuni

Í blaðnum í gjár var drúgv samrøða við Ólav Rasmussen, hvalbiarprest, har hann í rættiliga bersøgnum orðingum segði sína meining um ymisk viðurskifti í føroyska samfelagnum. M.a segði hann hetta um Fólkakirkjuna:
-Tað var O.K. Olofson, sum byrjaði hetta nýreligiøsa rákið í Fólkakirkjuni. Tú sært serliga hetta rák rundan um Miðflokkin og nýggju prestarnar í dag. Hetta rák er við at drena næstrakærleikan úr kristindóminum. Eg eri bangin fyri, at teir sokallaðu modernaðu prestarnir við sínum miðaldarsjónarmiðum fara at oyðileggja og knúsa Fólkakirkjuna og kristindómin. Fólkakirkjan má taka uppgerðina við hesi trongdskygdu sjónarmið, tí tað kann føra til ørskap um vit skulu fortelja hvørjum øðrum, hvør er verdur til at kalla seg kristnan.
Greinin er eftir øllum at døma nógv lisin, tí í morgun lá hon ovast á listanum yvir mest lisnar greinir á Internet-sosialinum, og onkur áheitan er komin til redaktiónina, har spurt verður um, hvørja støðu Hans Jacob Joensen, bispur, hevur til orðini hjá Ólavi Rasmussen.
 
Rúmlig kirkja
 
Bispur hevur tó onga viðmerkingar til samrøðuna við hvalbiarprest, tí sum hann sigur, so hava prestar eins og øll onnur talu- og skrivifrælsi við ábyrgd.
Bispur sigur, at hann er eftirlitismyndugleiki í Fólkakirkjuni í Føroyum. Hetta inniber, at hann skal hava eftirlit við, at prestarnir røkja sítt embæti væl, og teir boða tann kristna boðskapin soleiðis, at hann er í samsvari við ta luthersku læruna og trúarjáttan Fólkakirkjunnar.
Hvat teir annars gera í privatum ella politiskum virksemi, kann bispur illa hava eftirlit, sigur Hans Jacob Joensen.
Til samanberingar kann nevnast, at stutt fyri jól prædikaðu 200 prestar í donsku fólkakirkjuni  sum tann føroyska kirkjan er partur av  ímóti flóttafólkapolitikkinum hjá donsku stjórnini. Hetta valdu teir 10 bisparnir í Danmark at lata fara aftur við borðinum. Hinvegin valdi politiski framsøgumaðurin hjá stjórnarflokkinum Vinstra, Jens Rohde, at siga sín limaskap í kirkjuni upp, men hetta varð ikki væl fagnað á Kristiansborg. M.a. helt kirkjumálaráðharrin, Bertel Haarder, sum eisini er limur í Vinstra og ósamdur við teimum 200 prestunum, at prestar skulu hava loyvi til at siga sína meining, og tí skulu teir ikki fáa munnkurv.