Eftir at nýggjast innsetti presturin í Føroyum, Derhard Olsen, leygarkvøldið í útvarpinum segði, at hann ikki vildi víga fráskild, hevur nógv orðaskifti verið um henda spurning.
Mánakvøldið segði Jógvan Fríðriksson, bispur við útvarpið, at hann hevði einki ímóti sjálvur at víga fráskild, men hann hevði onga heimild til at áleggja øðrum prestum at gera tað sama. Sambært kunngerð hava prestarnir rætt til at nokta, segði bispur.
Kunngerðin, sum bispur vísti til, er kunngerð nr. 43 frá 25. januar 2002 fyri Føroyar um kirkjuliga vígslu í fólkakirkjuni.
I øðrum kapitli, §2 stk. 5 stendur m.a.
....Præsten kan dog nægte at vie en fraskilt...