Prestar skulu kenna kirkjusøguna

Komandi vár byrjar nám í føroyskari kirkjusøgu sum stakgreinalestur á universitetsstigi á Setrinum

Í 2007 varð Fólkakirkjan yvirtikin. Eisini í framtíðini kann tó væntast, at føroyskir prestar hava gudfrøðiligt embætisprógv frá lærdum háskúla í útlondum, umframt yrkisútbúgving at virka sum prestur við evangeliskt lutherska kirkju.

 

Við so fjølbroyttum royndum og bakstøði helt løgtingið tað vera alneyðugt at verja og styrkja tilvitskuna og kunnleikan um føroyskan kirkjusið og føroyska kirkjuskipan. Ásett varð tí í Løgtingslóg um embæti og størv í Fólkakirkjuni frá 2013, at prestar skulu hava lært nám í føroyskari kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu, áðrenn tvey ára starvstíð er lokin. 

Henda útbúgvingin verður nú í 2015 sett í verk í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Fólkakirkjuna í Føroyum sum stakgreinalestur á universitetsstigi. Í byrjanini verður hetta skipað sum eftirútbúgving, men Fólkakirkjan skrivar á heimasíðu sínari, at miðað verður ímóti, at lesturin í Føroyum seinni fer at kunna ganga inn sum partur av gudfrøðilesnaði uttanlands.

 

Summi skeið fara samstundis at verða boðin út undir øðrum útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum. Haraftrat fara onnur enn gudfrøðingar at kunna taka gudfrøðiskeiðini sum stakskeið. 

Fyrsta skeiðið “Liturgikk og hymnologi – føroysk gudstænastuskipan og sálmasangur” verður várið 2015 og umsóknarfreistin til hetta er sett til 9. januar 2015.