Prestavígsla

Nú sunnudagin verður nýggi sóknarpresturin í Norðoya Vestara prestagjaldi, Hans Eiler Hammer, prestvígdur í Dómkirkjuni

28 ára gamli Hans Eiler Hammer verður nýggjur sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.

Hans Eiler Hammer hevur tikið gudfrøðisútbúgvingina í Noregi. Hann varð liðugur á Meinigheitsfakultetinum í Oslo 29. apríl í ár eftir lestur í sjey ár. Sóknarprestastarvið í Norðoya vestara prestagjaldi varð tað fyrsta hann søkti, og starvið fekk hann.

Hans Eiler verður prestvígdur í morgin í Dómkirkjuni. Hans Jacob Joensen, biskupur hevur sjálva vígsluna. Dómprósturin, Bjarni Bæk, tekur eisini lut í gudstænastuni. Teir flestu av hinum prestunum í landinum verða eisini við til gudstænstuna.

Hósdagin var Hans Eiler til tað sokallaðu bisparoyndina. Í sjálvum sær er hetta ikki ein roynd, men meir ein samtala, so biskupur kann kenna seg vísan í kunnleikastøðnum hjá honum, sum skal prestvígast. Hans Eiler fekk eisini kallbrævið og skrivaði undir prestalyftið.


Byrjar 1. juli

Hans Eiler hevur búð bæði á Tvøroyri, á Nesi og eisini eina tíð í Klaksvík.

Hann er giftur við Lindu, ið er frá Kristiansand í Noregi, og saman eiga tey børnini Hans Martin og Helena Charlotte.

Hans Eiler skal byrja í sóknarprestastarvinum 1. juli, og tá flytir familian eisini inn í prestagarðin á Ziskatrøð, har Erland Beeder hevur búð, meðan hann hevur røkt embætið eftir Bøgesvang.


Innsettur

í Christianskirkjuni

Ikki er avgjørt enn, nær sjálv innsetanin verður í Christianskirkjuni í Klaksvík. Men annaðhvørt verður tað 28. juni ella 5. juli. Tá fer dómprósturin at taka lut, og Hans Eiler sleppir sjálvur at prædika.