Sverri Steinhólm tekur ímóti í prestagarðinum í Sandagerði. Bara eitt hanagleiv frá Landssjúkrahúsinum, har hann er størsta partin av síni arbeiðstíð.
Hann hevur starvast sum sjúkrahúsprestur síðani desember 1995, og var tað hansara fyrsta prestastarv.
Dagliga tekur hann sær av sjúkum og avvarðandi. Viðhvørt við at hava gudstænastur á teimum ymsu deildunum og viðhvørt við privatum andaktum saman við tí sjúka og familjuni.
- Tað verða boð send eftir mær, onkutíð á miðari nátt, at nú vil ein sjúklingur hava eina andakt. Ofta eru tey avvarðandi til staðar tá eisini, greiður hann frá.
Eftirsum Sverri hevur starvast so leingi á sjúkrahúsinum nýtist honum ikki at spyrja, hvussu støðan er, tað hevur hann lært seg at síggja.
- Tað sæst á andlitinum á einum persóni, um hann er komin til at doyggja.
Virðing fyri persóninum
Sverri greiður frá, hvussu týdningarmikið hann heldur tað vera at møta tí einstaka menniskjanum, sum liggur í sjúkrasongini.
- Eg royni at seta spurningar, sum fáa tey at fortelja sína søgu, eftirsum tað mangan er forloysandi at fáa hesi tingini úr sær, sigur hann.
Sverri er í prestaskjúrtuni so at eingin ivi skal stinga seg upp, um hvør hann er, tá hann gongur runt á deildunum.
- Tað er so ymiskt, hvussu fólk reagera uppá, at tey skulu doyggja - summi eru avklárað við tað, og onnur eru frustrerað. Tað er torført hjá mær at troysta í tí støðuni, eftirsum eg ongantíð havi verið har sjálvur, greiðir hann frá.
Eisini er ymiskt, hvussu tey avvarðandi hava tað, um ein persónur hevur havt drúgva sjúkralegu, ella um tað hendi knappliga. Tá má Sverri laga sítt arbeiði eftir tørvinum hjá teimum.
- Hóast nógv verður tosað um krabbamein, so eru tað nógv fleiri sum doyggja av æðrasjúkum í Føroyum, og hesi doyggja ofta aftan á stutta sjúkralegu, greiður hann frá.
Um onkur doyr í einari vanlukku, koma tey avvarðandi ofta til sjúkrahúsið, skelkað av tí, sum er hent. Tá roynir Sverri at savna tey saman, so tey kunnu tosa um tað, sum er farið fram og at enda hava eina andakt.
- Vit syngja ein sálm, eg lesið eitt petti úr Bíbliuni, og so biðja vit »Faðir Vár« saman. Tá siga tey ofta, at persónurin, sum er deyður, hevði verið glaður fyri hesa løtuna.
Tað kemur fyri, at fólk ikki vilja hava samband við prest, men ikki ofta. Um tað eru fólk úr øðrum samkomun, verður boð sent eftir leiðarinum í tí samkomuni.
- Men eg havi mangan havt andaktir saman við fólkum úr øðrum trúðarbólkum, sigur Sverri.
Andakt í kapellinum
Tá persónurin so er deyður, vilja tey avvarðandi oftast hava eina andakt í kapellinum, áðrenn kistan fer av sjúkrahúsinum.
Sverri tekur sær av eini 60 slíkum andaktum um árið, og ganga tær fyri seg á leið sama hátt.
- Eg plagi at siga, at eg haldi eina evangeliska andakt. Um eg kenni persónin, sum er deyður, sigi eg sjálvandi nøkur orð um hann, greiður Sverri frá.
Einir tveir sálmar verða sungnir, og oftast eru tað tey avvarðandi sjálvi, sum hava valt teir.
Vanligt er, at kistulokið er av eina løtu, áðrenn andaktin byrjar, so at familja og vinir kunnu síggja persónin fyri síðstu ferð.
Tá andaktin er byrjað, verður lokið lagt á.
- Tað er ikki pávin ella ein forseti, sum liggur har og skal vísast upp fyri fólkinum. Eg síggi onga meining í, at ein og hvør skal síggja persónin, sum liggur í kistuni, sigur Sverri.
Tað kemur fyri, at hann verður biðin at taka sær av jarðarferðini eisini. Men oftast er tað sóknarpresturin, ið jarðar persónin.
Ofta sungnir sálmar til andakt og jarðarferðir
11 Takk, Guð, fyri alt, sum hendi
38 Nærri, mín Guð til tín
43 Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há
53 Ongum er so trygt at fara
54 Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá
57 Mær halda Harrans hendur
63 Jesus besta navnið er
64 Jesus til várt sálargagn
173 Klettur klovin
409 So tak tá mínar hendur