Prestur: Einki stað á jørðini er trygt

- Alt Sri Lanka er skelkað. Vit høvdu ongantíð droymt um, at slíkt kundi henda, sigur prestur, sum NRK hevur skift orð við.

 

NKR hevur vitjað í Sri Lanka, og tey hava eisini vitjað í St. Sebastin kirkjuni, sum varð harðast rakt undir álopinum.

Samstundis, sum nógvir prestar og munkar úr høvuðsstaðnum syrgja saman við avvarðandi, ganga granskarar í kirkjuni og taka ymisk smáting upp í plastposar.

Høvuðspresturin í St. Sebastin kirkjuni hevur fleiri sjónligar skaðar á pannuni, men í dag vil hann einki siga við tíðindamiðilin, sum vitjar.

Men, starvsfelagi hansara og presturin, Mahindre Guntillake, sigur, at tað var hjartaknúsandi at síggja so mong ósek og verjuleys menniskju verða dripin.

- Alt Sri Lanka er skelkað. Vit høvdu ongantíð droymt um, at slíkt kundi henda. Eingin religión er trygg, sigur presturin, Mahindre Guntillake, við NRK.

Hann leggur aftrat, at hann nú sjálvur hevur skilt, hvat ekstremistar kunnu gera. - Hetta er ein ræðulig støða, og eg trúgvi ikki, at nakað stað á jørðini er trygt longur, sigur presturin.

St. Sebastin kirkjan, sum hevði pláss fyri fleiri hundrað fólkum, var á tremur við fólki, tá bumban brast.

Í morgun verður upplýst, at talið av deyðum eftir álopini framvegis veksur og er nú komið uppá 290 deyð, samstundis sum fleiri hundrað eru særd.